Stóð í skuld til veljaran

Edmund Joensen er enn einaferð at finna á vallistanum hjá Sambandsflokkinum.

- Eg havi fingið fleiri áheitanir. Bæði frá fólkum í flokkinum og øðrum veljarum. Aftaná umhugsunartíð, so havi eg avgjørt at stilla upp eina seinastu ferð.


Tað sigur Edmund Joensen, um avgerðina at stilla upp til komandi løgtingsval.


Edmund Joensen stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval, men hevur seinastu fýra árini verið fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Til løgtingsvalið í juni tapti Sambandsflokkurin sín fólkatingssess, hóast Edmund Joensen fekk heilar 2.416 atkvøður. Tað er júst stóri persónligi stuðulin, ið hevur fingið Edmund á aðrar tankar.


- Eg havi áður sagt, at tað ikki var ætlanin at stilla upp, men gjørdi samstundis greitt, at ein hurð enn var á glopp. Tað var tað, at eg stóð í stórari skuld til teir veljarar, ið stuðlaðu mær til fólkatingsvalið. Tað var einans teir, ið kundu broyta mína støðutakan.


Tað er tó ongin loyna, at Edmund Joensen hevur serliga áhuga fyri arbeiðinum í Fólkatinginum, og hann dylur ikki fyri, at um fólkatingsval verður útskrivað skjótt, so er hann klárur aftur.


- Sum støðan er í donskum politikki, har ein minnilutastjórn situr við valdinum, so er hetta ein máti at halda seg aktivan á, og hava fingurin upp á pulsin. Tað kann vera, at eg geri enn eina roynd, um fólkatingsvalið verður innan stutta tíð.


Hjartamálini hjá Edmundi Joensen eru eisini merkt av, at hann hevur sitið á fólkatingið síðstu árini.


- Tað er sambandspolitikkur í síni heild, ið eg ynski at virka fyri. Flokkurin skal halda røttu sambandskósina. Tað eru eisini nøkur mál, ið skulu avgreiðast, harímillum stórmál innan tað ríkisrættarliga. Vit mugu tryggja somu trygd innan sjúkraviðgerð og beina burtur allar marknaðarforðingar.


Spurdur um hvørja støðu hann hevur til formanssessin í flokkinum, er fyrrverandi løgmaðurin heldur kúrrur.


- Tað kann eg einki siga um. Formaðurin verður valdur innanhýsis og eftir teimum reglum, ið eru galdandi í flokkinum.