sum úr Nólsoy, av Sandi o.s.fr . - og væl dugdu hesir at siga frá. Onkur spurdi eitt nú: “Hvussu var tað, at velja sær gentu burtur úr øllum úrvalinum, tí á Sondum vóru 12 systkin - og har av 7 døtur - og [...] og hann førdi vælhýrdur orðið, sum vit altíð høvdu kent hvør annan. Av sjómannsætt Johan Elias Egholm (11.08.1936 -1.11.2022) var av sjómannsætt og fór ungur somu leið - fyrst á sjómansskúla í Svendborg
neyvan, at tað fór dagur uttan at onkur hevði verið inni og vitjað. Mia var ættað av Hvítanesi og tað neyt eg gott av, tí eg slapp við at ferðast eitt summarið á Hvítanesi og eisini til Mykinesar, tí har [...] eitt av mínum bestu barndómsminnum. Tað er torført at greiða frá, hvussu nógv tað hevur at siga, at tú nærum er vaksin upp saman við einum menniskja og síðani missir tað, tað er sum ein partur fer av tær [...] satt bragd. Seinasta ferðin, vit sóust, var hon nógv merkt av sjúku, og eg eri glað fyri at eg fekk sagt farvæl við hana, hóast eg ynskti av øllum hjarta, at hon mátti fáa nøkur ár afturat. Tungt er at
skrivar í minningarorðunum niðanfyri, eru vit á Bókadeildini takksom fyri at hava verið ein partur av virkseminum hjá Ellu, sum á mangan hátt var eitt nýbrot í føroyskum barnabókmentum. Marna Jacobsen [...] sum, eg haldi, var eitt nýbrot í føroyskum barnabókmentum, og sum Ella Smith Clementsen hevur æruna av. Í 1986 kom myndabókin Mikkjal út á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags. Orðini átti Ella Smith [...] tí hon vendi sær beinleiðis til gerandisdagin hjá føroyskum børnum um fýra, fimm ára aldur. Í einum av ummælinum, sum bókin fekk, helt ummælarin, Hervør Jákupsson, at tað var gott, at sleppa at lesa og
gingið varð væl um alt tað gamla. Eyðun og Haldur bygdi sær bát á ungum aldri, Marius, bátasmiðjurin á Sandi, bygdi bátin. Eyðun var serliga grammur, tá hann hoyrdi at grind var og til alt annað, sum eitt 1 [...] gjørdi ongantíð okkara politisku løtu harliga, ikki tí, mín tendrin var í ordan. Jú, Eyðun var ein av teimum stillu í landinum. Eg má siga, tá eg til jarðarferðina í Kalbak sat og lurtaði ímeðan Brynleif [...] Eyðun sítt fasta pláss, so saknurin er eisini stórur her. Eitt skulu tit vita, Eyðun elskaði tykkum øll av hjarta og eg veit at tit elskaðu tykkara mann, pápa, abba og langabba treytarleyst. Jú, láturin var
Anbjørn, sum hevur búð á Sandi, men tey seinastu árini hevur hann búð í Danmark, Mads Andrias, sum hevur búð í Miðvági, men hesi seinastu árini hevur búð í Noregi, Marjun, sum býr á Sandi og Poula, sum býr í [...] Gilstein var sonur Emil í Króki á Sandi, eftirnavnið var Simonsen og mamman var Sigrid Simonsen úr Norðradali, so dreingja- og gentunavn hjá báðum var tað sama. Sólborg og Gilstein áttu fimm børn, Emly [...] salt á, var hann so nettur, at hann við tallerkinum kundi raka ein pinkalítlan blett um meginpartin av lastini. Gilstein var sera gløggur og rakti væl við, og ofta fann hann ymist sum leita hevði verið
týsmorgunin 13. mai 2003, andaðist Gullbrand Simonsen av Sandi á Landsjúkrahúsinum eftir svára sjúkralegu. Gullbrand varð føddur 29. februar 1928 á Sandi, og var sostatt 75 ára gamalur, nú hann legði árarnar [...] hann altíð av húsum í sera góðari tíð fyri at vera vísur í at fáa henda stólin. Hann hevði gott mál og dugdi meginpartin av sálmabókini uttanat. Bát hevði hann í mong ár og eisini eitt sindur av seyði í [...] Sandabrekkuni. Gullbrand gekk nógv upp í tað, sum hendi á Sandi, serliga í Støðni. Minnist, tá vit búðu niðri og telefonprátið fall á tíðindi av Sandi: altíð vóru útróðurin og líkindini fyrst á skránni. Gullbrand
eisini av egnum royndum, at hann var ein álitismaður á sjónum. Kvøðari var tú av teimum bestu, hevði dansin væl undir fót, so tað var ein frøi at dansa saman við tær, og tú verður nógv saknaður av øllum [...] til stóra gleði í húsarhaldinum. Eftir at vera forlovaður í nøkur ár, giftist tú við Odvør Viderø av Sandi í 1957. Tit gleddust um at fáa trý børn, Emil, Kristian og Hannu Mariu. Átjan ár eydnaðist tykkum [...] varð borin til gravar 18. mai, vóru sjey ár liðin síðani vit mistu abbasonin Ólav av vanlukku. Í hesi sjey ár eru átta av okkara borin til gravar, so tað má sigast at hava verið ein stríggin tíð.
prædikurnar hjá Viderø, presti. Hugaligt var at hoyra, tá málkøni Niklas Andreasen, sáli, ættaður av Sandi og Hjallgrímur mest sum kappaðust at taka til orðafelli á teirra felags máli. Elli kann bara lagnan [...] eftir nýtslu løgd á goymslu norðuri við áðir; men so hendi tað, at onkur var biðin at rudda húsið, og av misskiljing varð alt, sum inni var, blakað burtur og brent. Fíggjarligi missurin hevði í dagsins peningi
systir, men eg unni tær so væl tann frið, tú nú hevur. Heim tykkara hevur altíð verið væl vitja, bæði av familjunum og øðrum, og hví? Jú, tí at øll føldu seg væl inni hjá tykkum, tit vóru altíð líka blíð
hann altíð eina góða søgu um onkran raskan sjómann antin úr Skopun, haðani mamman er ættað, ella av Sandi, haðani pápin er ættaður. Triði pallurin, har uppalingin fer fram, er millum vinir. Petur hevði [...] fara til teirra, ið eftir sita. Tey, ið hvønn dag skulu merkja longsulin, tregan og pínuna, ið stendst av slíkum hóttafalli. Petur var altíð eitt lívsstykki. Ein fróðarmaður, ið altíð visti frá onkrum stuttligum