Skopun er ein niðursetubygd, ið bleiv til í 1833, tá tvær familjur fluttu til staðið. Ein av Sandi og ein úr Hesti. Tað vil siga, at Skopun fyllir 185 ár næsta ár.
Síðan tá er er bygdin vaksin skjótt og longu í 1840, sjey ár seinni, búgva 18 fólk í bygdini.
Nú vil Skopun minnast tey fýra, ið av fyrstan tíð settu búgv í Skopun fyri skjótt 185 árum síðani: Mikkjal undir Skarði, Hedvig Hentze, Johan Hendrik úr Sakrastovu og Sunneva Clemensdatter.
Ein minnisvarði er reistur omanfyri Koltursvík í Skopun, á staðnum, har fólk av fyrstan tíð búsettust. Upprunaligu húsini standa tó ikki upp longur.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sigur, at minnisvarðin er ikki gjørdur í samband við eitt hátíðarhald ella nakað líkanandi, men endamálið er bert at minnast tey, ið fyrst komu til Skopunar.