Góð list er at skera so tætt at evninum sum gjørligt og fáa alt tað órógvandi burtur og hetta er eisini tað torføra við list. Og nær var gingið, tá Leikpallur Føroya frumsýndi leikið "Góðar tíðir" eftir írskt/franska rithøvundanum Samuel Bechett hóskvøldið.
Ein yvirirvaksin moldúgva. Mitt inni í henni og upp til nalvan í mold, stendur høvðusleikarin Vinnie, eiggilig, frek, deilig og rimmarføst í lívinum. Hon viðmerkir tíðina, sum fer fram við, einki sleppur undan hennara kláru eygum og dagarnir endurføðast við sama innihaldi, meðan hon sjálv eldist og søkkur longur og longur niður í túgvuna. Og har var so lítið at leggja aftur at. Akkurát sum vit sjálvi, ikki sannheit.
Eg havi sæð leikin fyrr, bara í veruleikanum uttan smíðaðan pall og sjónleikarar, uttan sminku, ljós og leikstjóra. Vit skrúva tíðina aftur til fyrru helvt av áttatiárunum. Vit eru heima á Sandi. Ein kvinna í seksti árunum tørnar inn og hon tørnar ikki út aftur fyrr enn hon doyr eini 20 ár seinni. Hon liggur í stovuni. Hevur alt hon hevur brúk fyri rundan um seg, ikki longur burtur enn hon røkkur. Rundan um hava stetlar gamli maðurin, sum illa nokk hongur saman av sliti og elli. Samrøðan teirra millum er tann sama sum í leikinum "Góðir dagar" Tað er tíðin, sum brínur. Rúgvan av nyttugum lutum, sum hendan kvinna heldur seg hava tørv á bara veksur og veksur til hon doyr og hon gerst minni og minni í songini hvønn dag sum fer. Eg gekk runt hvørjum einasta málingahandli í Havnini og endaði í Runavík fyri at fáa bíligastu málingina til vindskeiðirnar á húsum hennara, vindskeiðir, sum hon ongan møguleika hevði at síggja, rúnarbundin rúnarbundin sum hon var.
Tú skal ikki leita eftir eini handling í leikinum "Góðir dagar" Handlingin er heldur ikki neyðug. Einatalan hjá Winnie er so skerandi sterk, hon konfronterar okkum við lívið og tíðina, sum eirindaleyst brínir av okkum og at enda fær okkum heilt niður í moldina. Í løtum minti einatalan um eina langa yrking uttan rím. Eg kendi meg aftur í at tosa við meg sjálvan um smálutirnar í lívinum og hvussu tankarnir mala í klingur mangan. "Fyrr trúiði eg, eg sigi at fyrr trúði eg"." "Fyrr segði eg, eg sigi, at fyrr segði eg"
Kúgaði maðurin á pallinum Willie (Kári Øster) kundi havt biðið konuna hildið kjaft, var hann nakað mannfólk, tó tigandi stýrdi hann á sín egna hátt. Og lívið hevði ikki nógv at bjóða honum, men á sama hátt sum hjá konuni, so hevði hann heldur ikki dirvi til at sleppa sær úr lívinum hóast revolarin altíð var nærhendis.
Kristina Øster eri ein deiligur sjónleikari og hon mennist longur hon kemur niður í túgvuna. Tað eru nógv sekund og nógv er lagt aftur at leikarakynstri hennara síðani hon reiggjaði í "Glataðu Spælimonnumum".
Leikpallur Føroya hevur nakað at bjóða "Krypilin úr Inismann," og "Eitur nakað land weekend" sveima enn áminnandi í huganum og nú eru "Góðir dagar"lagdir afturat. Síggið leikin, har er heitt inni, dekan og heitt.