Fiskivinna
Fyrr í ár eydnaðist Sandoy Seafood at fáa í lag avtalu við lánveitarar um eina loysn, soleiðis at felagið kundi koma burtur úr fíggjarligu kreppuni, eftir at raksturin hevur givið hall seinastu tvey árini.
Tríggjar miljónir krónur í partapeningi vóru í felagnum, men hesin peningur er nú skrivaður niður á null. 4,5 miljónir krónur í nýggjum partapeningi eru teknaðar, og eins og frammanundan er Detla Seafood høvuðspartaeigari.
Arbeiðarafeløgini og Vinnugrunnurin á Sandi áttu áður í felagnum, men tey eru ikki við longur.
Nýggir partaeigarar eru P/F Nr. 14, sum Poul Mohr eigur, skipini í Sandoynni, Eysturbúgvin, Nornagestur og Kolumbus, P/F Vesturvón, nakrir smærri eigarar og fiskasølur.
2,5 miljónir krónur av stuttfreistaðu skuldini er lagt um til ábyrgdarpening, og langfreistaða skuldin er niðurskrivað úr stívliga 18 miljónum krónum niður í 9 miljónir krónur.
Sandoy Seafood hevur havt stóran týdning fyri Sandoynna, tí øll árini síðan 1997 hevur virkið goldið millum 20 og 25 miljónir krónum í lønum um árið.
Góðar vónir
- Eg vóni, at hetta fer at ganga, og tað vænta hinir parteigararnir sjálvsagt eisini, sigur nevndarformaður, sum er fegin um tann góða vilja, sum lánveitari og parteigarar hava víst felagnum í truplu støðuni, sum var íkomin.
Marner Lisberg sigur, at nú lánsbyrðan er minni, skuldi raksturin av virkseminum verður lættari.
- Vit fara øll at gera okkara best fyri, at virkseminum á virkjunum í Sandoynni nú verður lív lagað, sigur nevndarformaðurin.