Mikael Harald Viderø býararkitektur í Havn

Frá 15. mai 2003 er Mikael Harald Viderø á Argjum settur sum býararkitektur í Tórshavnar Kommunu.

Mikael er 30 ára gamal, sonur Ketty Viderø av Sandi og Finn Viderø, f. Clementsen, úr Keypmannahavn. Mikael er føddur í Keypmannahavn, og búði har til hann sum 9 ára gamal flutti til Føroyar at búgva. Mamman giftist við Magnus Jóhan Djurhuus yvirlækna. Eftir at Mikael var útbúgvin arkitektur við Det Kongelige Danske Kunstakademi í januar 2001, flutti hann við familju til Føroya og fekk arbeiði sum arkitektur hjá byggifelagnum Guttesen & Staksberg. Í 2002 fekk hann starv sum leiðari á planleggingardeildini hjá Tórshavnar Býráð, har hann arbeiddi, til hann tók við sum býararkitektur. Mikael er giftur Gunnvá Guttesen Viderø úr Havn, tey eiga trý børn, tveir synir og eina dóttir, tey eru: Bjarti 6 ár, Jóni 4 ár og Róa, ið varð fødd í desember í 2002.