Í vikuskiftinum vann ein heppin vinnari 967.089 krónur í Eurojackpot. Vinnarin hevði keypt seðil sín í Effo støðini á Sandi, skrivar Danske Spil.
Tveir aðrir stórvinnarar vóru í Danmark um vikuskiftið. Ein heppin spælari í Næstved vann sjey milliónir krónur og ein í Fjelstrup vann eina millión.
Danske Spil hevur ikki hoyrt frá vinnarunum, sum vunnu peningin um vikuskiftið.
Av tí at ongin vann fyrstu puljuna í Eurojackpot hetta vikuskiftið, so er vinningurin nú 101 milliónir krónur, skrivar Danske Spil










