Eg sigli fram yvir lívsins hav,
Meg ber hin skiftandi bylgja;
tí kós, sum Jesus mær sjálvur gav,
eg ynskir trúgvur at fylgja;
eg stevni fram mót teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgru strondum,
har altíð sól og summar er.
Og stundum byrurin góður er,
og nógvum øðrum eg fylgi,
sum halda fram hesa somu ferð
á lívsins ótryggu bylgju;
og slætt er havið, og sólin smílir,
langt burtur stríðið, og sálin hvílir;
so føgur tykist ferðin tá.
Men ofta eina á ódnarnátt
eg tráandi mundi hyggja;
Tá villu sjógvarnir ýldu hátt,
og eingin viti sást skyggja;
men tá ið mær eingin kraft er longur
á bylgjuhavinum Harrin gongur
Í síðstu, myrku náttarvakt.
Tá síðsi stormurin tagnar her,
og heimsins strond er at hóma,
í ljósi glitrar ein onnur verð,
ei henda oyðimrøk tóma;
og jaspismúrar og perlur skyggja,
í glansi staðurin sæst at liggja,
og songur tónar móti mær.
Lat akker falla! Eg náddi havn -
farvæl, tú brúsandi bylgja!
Eg trygt meg leggi í Jesu favn
hans, sum mær her vildi fylgja.
Og kendar røddir meg blíðar kalla,
sum akker míni so stilt nú falla
við lívsins ljósu, føgru strond.
Nærri mín Guð til tín,
nærri at tær!
Má eg enn krossin tín
bera á mær,
ljóða skal harpa mín:
Nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!
Um enn í sorgartíð
eina eg sat,
í barmi hjarta mítt
syrgjandi græt,
ber meg tá dreymur mín,
nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær:
Lat sálareyga mítt
leiðina sjá,
ið gongur heim til tín,
eingil tín tá
veitri meg upp til sín,
nærri mín Guð til tín,
nærri at tær!
Fyri hvørt fótaspor
nærri at tær
vil eg eitt »Bethel« her
upp byggja mær;
ljóðar tá harpa mín:
Nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!
Og tá mítt tímaglas
her rennur út,
sálin seg lyftir upp
móti tær, Guð,
syngjandi sálmin mín:
Nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!