gjørt av at gera tað sama. Millum annað hava teir politisku myndugleikarnir og herleiðslan gjørt av, at herurin skal hava tvær stríðsvognadeildir minni, enn hann hevur havt, og tað ber í sær, at 250 stríðsvognar [...] teir nýggjastu eru bara trý ára gamlir. Teir elstu eru tíggju ára gamlir. Tíðindastovan TT skrivar, at teir 250 stríðsvognarnir, sum nú skulu beinast burtur, eru næstan fimm milliardir krónur verdir.
í sambandi við at tað nú er føstulávint. Klokkan 15 leygardagin, fer mannfólkið at sláa tunnu. Og klokkan 19.30 verður borðhald í Roynhøllini við heitum mati og har fer so konufólkið at sláa tunnu. Erling [...] Erling Eysturoy og Torgerð Suðuroy halda lív í borðhaldinum og plagar at borga fyri góðum skemti. Eftir borðhaldið spælir bólkurin " Ein blanding" til dans. Atgongumerkið til tiltakið fáast til keyps í
við at vinna upp land aftur, tí tað knappliga var blivið illveður. Leiðarin fyri Trygdarmiðstøðina, Marius Magnusson, sigur, at hann varð ringdur upp av einum av foreldrunum, sum bað hann fara at hjálpa [...] hjá Trygdarmiðstøðin hjálpti eisini einum øðrum báti við einum einsamøllum manni í, sum hevði ilt við at vinna upp land.
2005 at síggja í Dimmalætting og Sosialinum. Greinin viðgjørdi ávís viðurskifti, sum skuldu hava verið viðgjørd á fundi í Tvøroy- rar Býráð tann 25. januar 2005. Av tí at lesarin fær ta fatan, at undirritaðu [...] ábyrgdast fyri innihaldið í greinini og almannakunngerðini av sama, skal hervið verða gjørt kunnugt, at undirritaðu ikki vóru kunnað um innihaldið í greinini, eins og undirritaðu ikki hava skrivað undir
er staðið, har norðoyingar kunnu taka ímóti Rás 2, men um vikuskiftið hevur einki verið at hoyrt. ? Vit halda, at tað er ein digitalur móttakari, sum er frystur orsaka av tí teimum mongu streymslitunum [...] Jacobsen, sum er stjóri á Rás 2. Seinnapartin mánadagin fóru fólk frá Rás 2 at kanna brekið, og Petur Jacobsen roknaði við, at Rás 2 aftur kundi hoyrast umvegis Brúnaskarð seinni mánadagin.
teir ætla at hanga í oddaliðnum VÍF, so er neyðugt hjá Kyndil at fáa bæði stigini móti StÍF. Vinna strandingar dystin, sær tað ógvuliga gott út hjá vestmenningum, sjálvt um tað skuldi hent seg, at teir taptu [...] StÍF var annars ikki serliga sannførandi í dystinum móti VÍF á Skála sunnudagin, og tað vísir seg, at avrikini hjá strandingum hava verið ógvuliga óstøðug í ár. Dysturin millum Kyndil og StÍF verður klokkan
Roknað verður við, at stóra felagið úr Århus skal beina leið upp aftur í superliguna, men higartil hava úrslitini ikki víst tað. Ítróttarstjórin í AGF, Brian Steen Nielsen, staðfestir nú, at venjarin hjá liðnum [...] og tað kemur als ikki upp á tal at siga hann úr starvi. - Ove ger eitt fantastiskt arbeiði við liðnum, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn úrslitini fara at vísa, sigur Brian Steen Nielsen við
váttað, at Johan Nielsen ikki heldur fram sum venjari hjá Skála, men skal taka við leiðsluni í NSÍ næsta kappingarár. Samstundis hevur NSÍ verið í sambandi við onkrar stuðulsspælarar hjá Skála fyri at fáa [...] fáa teir at skifta eisini. Men hóast alt hetta, ætlar Skála ikki at sleppa sínum høgu málum. - Næsta ár byrjar eitt nýtt tíðarskeið við nýggjum venjarum, men málsetningurin er framvegis tann sami. Skála skal
somuleiðis tiknir við í venjingini. - Ein og hvør er vælkomin í ólavsøkukórið; men umráðandi er, at øll, sum ætla at verða við á ólavsøku, møta til báðar venjingarnar, sigur Kórsamband Føroya. [...] Á skránni eru í fyrsta lagi sangir at syngja á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag: gamla ólavsøkukantatan hjá Jógvani Waagstein og Edvardi Mitens, birtandi sangir við tjóðskapardámi, og eisini verður við hesum [...] hesum væntiliga stóra kóri roynt at framføra megnarsatsin hjá danska tónaskaldinum Vagn Holmboe til yrkingina »Gandkvæði Tróndar« eftir J. H. O. Djurhuus, har operusangarin Ernst Sonsum Dalsgarð verður soloistur
Tá summarið er í hæddini, plagar Tóra í Horni altíð at keypa sær blómur í vakstrarhúsinum í Sandavági. Og nú vestanstevna er í nánd, fer Tóra at prýða havan hjá sær: - Tá vestanstevna er í Sandavági, stákast [...] keypt mær blómur, sum eg fari at seta í havan, tá eg komi heim. Rætt og slætt gera vit øll nógv burtur úr havnunum hjá okkum í Sandavági, men tað kemst helst eisini av, at vit hava eitt vakstrarhús í bygdini