AGF-venjarin fær frið

AGF hevur fingið vánalig byrjan í næstbestu donsku deildini. Roknað verður við, at stóra felagið úr Århus skal beina leið upp aftur í superliguna, men higartil hava úrslitini ikki víst tað. Ítróttarstjórin í AGF, Brian Steen Nielsen, staðfestir nú, at venjarin hjá liðnum, Ove Pedersen, er friðaður, og tað kemur als ikki upp á tal at siga hann úr starvi.
- Ove ger eitt fantastiskt arbeiði við liðnum, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn úrslitini fara at vísa, sigur Brian Steen Nielsen við bold.dk
AGF hevur fingið sjey stig fyri fimm dystir og liggur nummar seks í 1. deild.