Dysturin er millum føroyameistararnar úr Kyndli og steypavinnararnar úr StÍF. Hjá havnarliðnum eru boðini greið, tí um teir ætla at hanga í oddaliðnum VÍF, so er neyðugt hjá Kyndil at fáa bæði stigini móti StÍF.
Vinna strandingar dystin, sær tað ógvuliga gott út hjá vestmenningum, sjálvt um tað skuldi hent seg, at teir taptu dystin móti H71 í gjárkvøldið. StÍF var annars ikki serliga sannførandi í dystinum móti VÍF á Skála sunnudagin, og tað vísir seg, at avrikini hjá strandingum hava verið ógvuliga óstøðug í ár.
Dysturin millum Kyndil og StÍF verður klokkan átta í kvøld.