Síðani kalda kríggið endaði, hava nógv lond skert sína hermegi, og nú hevur tað óhefta Svøríki gjørt av at gera tað sama.
Millum annað hava teir politisku myndugleikarnir og herleiðslan gjørt av, at herurin skal hava tvær stríðsvognadeildir minni, enn hann hevur havt, og tað ber í sær, at 250 stríðsvognar av slagnum "Stridsvagn 90" enda sum gamalt jarn. Svenski herurin hevur 509 stríðsvognar av hesum slagnum, og teir nýggjastu eru bara trý ára gamlir. Teir elstu eru tíggju ára gamlir.
Tíðindastovan TT skrivar, at teir 250 stríðsvognarnir, sum nú skulu beinast burtur, eru næstan fimm milliardir krónur verdir.