Sláa tunnu og dansa í Hvalba

Leygarkvøldið verður stórt føstulávintshald í Hvalba

Føstulávint

Nú leygarkvøldið 5. februar, verður stórt tiltak í Roynhøllini í Hvalba í sambandi við at tað nú er føstulávint.
Klokkan 15 leygardagin, fer mannfólkið at sláa tunnu.
Og klokkan 19.30 verður borðhald í Roynhøllini við heitum mati og har fer so konufólkið at sláa tunnu.
Erling Eysturoy og Torgerð Suðuroy halda lív í borðhaldinum og plagar at borga fyri góðum skemti.
Eftir borðhaldið spælir bólkurin " Ein blanding" til dans.
Atgongumerkið til tiltakið fáast til keyps í Roynhøllini í annaðkvøld, mikukvøldið, frá klokkan 20-21.
Atgongumerki til tunnusáttur,borðhald og dans kosta 200 krónur. Atgongumerki bara til dansin kosta 100 krónur.