Trygdarmiðstøðin hevur skjótgangandi bát, sum liggur á Borðoyavík.
Teir ungu í bátinum høvdu ilt við at vinna upp land aftur, tí tað knappliga var blivið illveður.
Leiðarin fyri Trygdarmiðstøðina, Marius Magnusson, sigur, at hann varð ringdur upp av einum av foreldrunum, sum bað hann fara at hjálpa.
? Vit vóru skjótir avstað, og eftir einari lítlari løtu vóru vit hjá bátinum. Tað var eingin vandi á ferð, og vit fylgdu bátinum inn, sigur Marius Magnusson.
Skjótgangandi báturin hjá Trygdarmiðstøðin hjálpti eisini einum øðrum báti við einum einsamøllum manni í, sum hevði ilt við at vinna upp land.