Mikil stákan til vestanstevnu

Tá summarið er í hæddini, plagar Tóra í Horni altíð at keypa sær blómur í vakstrarhúsinum í Sandavági. Og nú vestanstevna er í nánd, fer Tóra at prýða havan hjá sær:
 
- Tá vestanstevna er í Sandavági, stákast øll bygdin í fleiri dagar. Vit baka, mála, hjúkla um havan og rudda alla bygdina. Í dag havi eg keypt mær blómur, sum eg fari at seta í havan, tá eg komi heim. Rætt og slætt gera vit øll nógv burtur úr havnunum hjá okkum í Sandavági, men tað kemst helst eisini av, at vit hava eitt vakstrarhús í bygdini, sigur ein fegin Tóra.