Í gjár varð tað váttað, at Johan Nielsen ikki heldur fram sum venjari hjá Skála, men skal taka við leiðsluni í NSÍ næsta kappingarár. Samstundis hevur NSÍ verið í sambandi við onkrar stuðulsspælarar hjá Skála fyri at fáa teir at skifta eisini. Men hóast alt hetta, ætlar Skála ikki at sleppa sínum høgu málum.
- Næsta ár byrjar eitt nýtt tíðarskeið við nýggjum venjarum, men málsetningurin er framvegis tann sami. Skála skal framvegis vera við í toppinum av føroyskum fótbólti, og liðið skal framvegis leika tann áhugaverda fótbóltin, sum liðið hevur gjørt hesi seinastu árini, skrivar heimasíðan hjá Skála









