sjálvandi illa til at siga. Men tað stóð greitt, at okkurt felag hevði trupult við at seta krossin, tá atkvøðuseðlar vórðu býttir út. Fyrrverandi formaðurin, Dánjal Andreasen, hevði fingið álitið at ganga runt [...] eyðsæð var, hvør vónin var. Tað mundi standa teimum flestu greitt, at talan fór at gerast um ein óvanliga tættan dyst, og tí var umráðandi at viga hvørt lógvatak og hvørt eygnabrá. Lótir, sum kanska kundu [...] sum so um nógv annað enn bara formansvalið. Men tað stóð skjótt klokkuklárt, at sjálvt valið var reyði tráðurin, sum fundurin at kalla varð drigin eftir. Longu í formansfrágreiðingini varð linjan løgd. Orð
skilir, er ætlanin at arbeiða víðari við hesum so at fleiri útoyggjar fáa sama møguleika. ? At hesi viðurskiftini eru í lagi kann avgjørt gera sítt til at eggja fólki at flyta út í útoyggj at búgva. Og í tí [...] komið burturúr. ? Er tað so, at politikararnir í veruleikanum ikki eru sinnaðir at varðveita útoyggjarnar, eiga teir at vera so mikið ærligir, at teir siga tað greitt so at tey, sum búgva í útoyggj, ikki [...] víst seg at vera trupult, sigur samskiparin hjá Útoyggjafelagnum. ? Tað vísir seg, at kemur peningur upp í, vísir tað seg at verða sera trupult. Hon sigur, at tað einasta, sum annars er hent, er, at útoyg
av, er ikki gott at vita, men okkurt er tað, sum liggur aftanfyri skriving hansara. Eg skal ikki fara at gita, hvør orsøkin er, men at leggja meg undir at hava ilt av onkrum í Vági, er at skjóta út í tóman [...] førinum, at tað er so umráðandi, at vit hava eitt lógarverk, sum sigur, at soleiðis verður tað, punktum finale." Hetta er greið tala, og seinri í somu frágreiðing verður hildið áfram: "Tað, at ein pinkukommuna [...] politikk á økinum, kann ikki forða einari størri kommunu í at økja um sítt bókasavnsvirksemi. Verður hetta endin, er tað tað sama sum at siga, at sumbingar skulu ikki hava játtan til eina bakkaverju, tí
fyritøkum. Og satt at siga, so er kursurin ikki eins umboðandi, tá talan er um handil við smáum nøgdum av partabrøvum, sum tá talan er um stórar handlar. Tí kann vera torført at siga í løtuni, hvønn [...] Eingin ivi er um, at partabrøv eru hækkað nógv seinastu 3 árini, men hesar hækkingar hava sum heild staðið mát við tær virðisøkingar, sum fyritøkurnar hava skapt. Tað vil siga, at partabrøvini eru ikki [...] sub-prime kreppuni í USA fer at standa við, til heilársroknskapirnir hjá fyritøkunum verða kunngjørdir eftir nýggjár. Tað er við partabrøvum sum við framtíðini, at tað er sera trupult at spáa um. Enn er langt
Manshondbóltur At 73 mál verða skotin millum tey bæði liðini, sum eftir stigatalvuni eru tey sterkastu, ber greið boð um verjumanglar í føroyskum manshondbólti. Og satt at siga, so var verjuspælið ikki [...] og tað kann geva ábendingar um, at liðnum enn restar nakað av royndum at stuðla seg at í tættastu uppgerðunum. Hinvegin sýndu teir enn einaferð framúr hugburð við at berja seg aftur, og tá tað ræður um [...] gjørdist hetta at kalla bjargingin hjá VÍF. Tað merkti nevnliga, at tíðin skuldi steðgast, og so kundu vestmenningar byrja seinasta álopið av miðjuni. Hvat teir bláu tá hugsaðu, er ilt at gita. Men í øllum
teigunum. Óvanar, sum eru til ampa. Minnist ikki, um nakar svaraði, tá tey blivu spurd um óvanar, tey vildu sleppa av við, at tey vildu sleppa av við tann óvana, sum er at koma ov seint. Tað er kanska eingin [...] er turistur í Føroyum, kemur bara higar at venda fyri at vita, um standurin er líka ringur sum í fjør. Tað er hann, og so rýmir tjóðfuglurin undan tjóðini. Siga vit klokkan fýra, hugsa vit klokkan fimm [...] í øllum hasum bilunum, áttu at verið til arbeiðis ella í skúla nú, nú klokkan átta. Men tað eru tey ikki, tí tey sita í bilum á Ringvegnum. Føroyingar eiga heimsmetið í at arbeiða niðursetta tíð. Tey arbeiða
soleiðis, at 1,5 mió. kr. vórðu goldnar í 1998, 3 mió. kr. í 1999 og 1,5 mió. kr. ár 2000. Rentan á gjaldførisláninum er í løtuni 5,5%. ? Viðvíkjandi gjaldførisláninum er annars at siga, at tað er avd [...] til, at nevnda gjaldførislán varð veitt, og undir hvørjum treytum varð hetta játtað, spyr Torbjørn Jacobsen, og fiskimálaráðharrin svarar, at M/s »Christian í Grótinum« kostaði umleið 103 mió. kr. at byggja [...] avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini, og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár. Tað skal viðmerkjast, at hetta er seinasta gjaldførislán, sum er veitt sambært løgtingslóg um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum
Prentmiðstøðini eftir at hava prentað Sosialin, sum verður borin í hvørt hús í næstu viku. Av tí at ov lítið er at prenta til at halda maskinunum koyrandi hava eigararnir valt at steðga virkseminum. Tað [...] í gildi, sum segði, at ein og hvør hevur rætt at siga seta á prent tað, hann hugsaði. Til at meta um støddina á bótini, so hevur Zakarias Wang í bókini Stjórnmálafrøði frá 1988 roknað hana út til nútíðarpengar [...] fyrsta sinni 13. mai í 1852. Blaðið kom út eina ferð um mánaðin, og tað ber til at fáa nógv at vita um tíðina í Føroyum tá við at lesa blaðið, sum er tókt á www.tidarrit.fo . ##med2## Eitt nú lesa vit í blaðnum
heimføðingar skulu kannast fyri at vita, um oyruni eru í lagi. Og tað verður gjørt, kundi eg avdúka, við at spæla ein Beatlesmelodi fyri teimum. Snerkja tey ella gálva ella fara at kolikkgráta ella fylla blæuna [...] antin nýborna sálin eisini verður kannað eftir at hava hoyrt slíkan jammur fyrsta dagin fyri at vita, um hon framvegis er sum fyrsta dagin. Tey eru so seig, at tey tola seigpíning. Um somu tíð sum stóra [...] Rolling Stones). Seigpíndi heilin var skjótur at skera til eitt gløgt svar, sum er minst líka hvast sum riffið í Satisfaction. Keith svaraði við einum skálkabrosi, at “hvør sær eru vit vánaligir, men saman eru
røðum at fáa atgongumerki til tiltakið í Norðurlandaúsinum seinnapartin, sat Sebastian í einum horni saman við familjuni og stjóranum í Norðurlandahúsinum, Niels Halm og send sms til Danmarkar um, at teir [...] vit siga »Ronja Ránsmansdóttir« ella »Hodja fra Pjort« eru tað mong, ið rakna við. Tað var stásað nógv upp unttanfyri Norðurlandahúsið í gjár, tí Sveinur frá X-factor skuldi koma; men Sebastian sat heilt [...] teir høvdu tað gott. Men teir høvdu eisini annað at tosa um. Í dag klokkan 16.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við Sebastian og Eivør. Harumframt verður eisini dóttir Sebastian, Sara Grabow, gestasangari