Seinasta tíðin verið turbulent fyri partabrøv

Partabrøvini á keyp­skálunum eru, við fáum undantøkum, lækkað nógv seinastu fimm vikurnar. Ilt er at siga í løtuni, hvønn veg tað ber, men luttakarar í Íløguspælinum hava bert 37 dagar eftir at gera gott við

Kursirnir á partabrøvum skrambla niður í hesum døgum. Hví so er ber ikki til at greiða frá við fáum orðum. Stórar kurshækk­ing­ar seinastu 3 árini, óviss framtíðarútlit, órógv, sub-prime lánikreppan í USA, lágur dollari og høgur olju­prísur eru nakrar grund­gev­ingar, sum ofta verða givn­ar. Eingin ivi er um, at parta­brøv eru hækkað nógv sein­astu 3 árini, men hesar hækk­ingar hava sum heild staðið mát við tær virðisøk­ingar, sum fyritøkurnar hava skapt. Tað vil siga, at partabrøvini eru ikki dýrari í dag, enn tey vóru fyri 3 árum síðani. Heldur er tað øvut, tí virðisøkingarnar í nógvum førum hava verið størri enn hækkingarnar í partabrævakursunum.

Samstundis sum kursirnir hjá flestu skrásettu fyritøk­um eru lækkaðir nógv sein­astu vikurnar, so eru parta­brøvini vorðin munandi bílig­ari at ogna sær, tí ”price over earning” er nógv lægri nú.

Fíggjarvinnan serliga hart rakt

Lat okum hyggja eftir, hvussu kursirnir hjá teimum skrásettu føroysku fyritøk­un­um hava broytt seg sein­astu fimm vikurnar á keyp­skálanum í Reykjavík (ICEX).

Í Atlantic Petroleum kost­aði eitt partabræv 24. ok­tober 1600 krónur, men 4. desember kostaði tað 1812. Hetta er ein hækking á 13,25 %. Tað mesta sum Atlantic Petroleum parta­brævið er handlað fyri á ICEX er 2433 krónur, sum var 12. november 2007.

Eitt partabræv í Føroya Banka kostaði tann 24. oktober 219 krónur, tann 4. desember kostaði tað 199 krónur. Tað er ein lækking á 9,13 %. Tað mesta sum Føroya Banka partabrævið er handlað fyri á ICEX er 262,5 krónur, sum var 3. august 2007.

Eik partabrævið kostaði tann 24. oktober 698 krónur, tann 4. desember kostaði tað 539 krónur. Tað er ein lækking á 22,78 %. Tað mesta sum Eik partabrævið er handlað fyri á ICEX er 791 krónur, sum var 25. juli 2007.

Her síggja vit, at serliga Eik partabrøvini eru lækkað nógv seinastu fimm vikur­nar, meðan Atlantic Petrol­eum hevur havt eina fitta hækking. Føroya Banki er lækkaður nakað, men ikki eins nógv og Eik.

At peningastovnar og fíggjarvinnan sum heild eru lækkað nógv seinastu tíðina er ikki nakað serstakt før­oyskt fyribrigdi. Sama er hent kring allan heim, og tað kemur uttan iva í kjalar­vørrinum á nógv umtalaðu sub-prime lánikreppuni í USA (sub-prime lán eru lán til kundar við lágum kredit­virði), sjálvt um flestu fígg­ingarstovnar ikki eru tyngd­ir av truplum sub-prime lánum. Kaupthing Bank er sein­astu fimm vikurnar á keypskálanum í Íslandi lækk­aður úr 1096 til 914 íslendskar krónur, sum er ein lækking á 16,61 %. Hægsti kursur Kaupthing partabrøv eru handlað fyri á ICEX er 1295 ÍSK, sum var 25. juli 2007.

Til samanberingar kann nevnast, at OMX-C20 vísi­talið yvir 20 tey mest handl­aðu partabrøvini á keyp­skál­anum í Keypmannahavn lækkaði umleið 3,23 % í sama tíðarskeiði.

Sí talvu

Smáir handlar flyta kursirnar nógv

Hjá virðisbrævameklarum frætt­ist, at nógvir smáir handl­ar hava verið seinastu tíðina, sum flyta kursirnar nógv. Hetta hóast ein skuldi trúð, at smáir handlar hava lutfalsliga lítlan týdning fyri veruligu virðið hjá fyri­tøkum. Og satt at siga, so er kursurin ikki eins um­­boð­andi, tá talan er um handil við smáum nøgdum av parta­brøvum, sum tá talan er um stórar handlar.

Tí kann vera torført at siga í løtuni, hvønn veg tað ber. Marknaðirnir hava sein­astu tíðina verið nervøsir, kanska tí at stórir og tungir íleggjarar, til dømis hedge-grunnar, ikki luttaka serliga aktivt í løtuni.

Røddir hava eisini verið frammi um, at óvissan um avleiðingarnar frá sub-prime kreppuni í USA fer at standa við, til heilárs­rokn­skapirnir hjá fyritøkunum verða kunngjørdir eftir nýggjár.

Tað er við partabrøvum sum við framtíðini, at tað er sera trupult at spáa um. Enn er langt frá tí sum hendi mána­dagin 19. oktober 1987, tá Dow Jones vísitalið lækkaði heili 22,6 % eftir bara einum degi. Tað er størsta lækking upp á ein dag í USA nakrantíð, og verð­ur hesin dagur róptur Black Monday. Eingin hevur enn kunnað greitt frá, hví tað gekk so galið Black Monday. Aðrar tíðir upp­førir marknaðurin seg beint øvut, uttan at nøkur serlig orsøk er til tað. Og tá eingin serlig orsøk er til stór sveiggj, so verður tað á fak­máli rópt ”irrational behavi­our” (uml. ógrundaður at­­burður).

Lækkingarnar, sum vit hava sæð í seinastuni, fara neyvan at halda fram í tað óendaliga, fyrr ella seinni kemur vend í. Men nær tað hendir, er tað eingin sum veit. Tað eru einans 37 dag­ar eftir, til Íløguspælið end­ar, so her er ikki nógv tíð at geva av.