Seiglívaðir

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Keith Richard, ein av seigu fanunum í rokki og rulli, varð eina ferð spurdur, hvør er tann betri gittarspælarin, hann ella Ron Wood (hin gittarspælarin í Rolling Stones).

Seigpíndi heilin var skjótur at skera til eitt gløgt svar, sum er minst líka hvast sum riffið í Satisfaction.

Keith svaraði við einum skálkabrosi, at “hvør sær eru vit vánaligir, men saman eru vit betri enn tíggju aðrir.”

Soleiðis. Eitt væl snarað svar upp á ein býttan spurning.

Teir eru ótrúliga seigir, hesir gubbarnir, Keith, Ozzy og Lemmy til dømis. Hini doyggja, tá tey eru 27. Keith er 69, Ozzy 64 og Lemmy We are Motörhead, and We play rock and fucking roll er 67, allir føddir í desember, í advent, Lemmy enntá jólaaftan. Men kanska er tað bara enn ein ev nógvum mýtum um hesar garvaðu gudar.

Aldur er eingin forðing. Aldur er bara eitt tómt orð, sum verður brúkt til at happa fólk, sum hava siglt millum skerini í hálva øld ella meira enn tað.

Orðini eru so nógv. Og nøkur teirra bara arga. Eg gerist ússaligur, tá eg hoyri ella síggi orðini ferðavinna og íverksetan. Og tey eru, onkur hjálpi mær, annan hvønn dag í fjølmiðlunum.

Havi tó skilt, at hesi hálovaðu fyribrigdi skulu bjarga okkum. Undan hvørjum?

Fyri nógvum, nógvum árum síðani var ein hugskotskapping her í Føroyum. Ein kapping fyri uppfinnarar og wannabeuppfinnarar. Onkur hevði nøkur ár frammanundan sagt, at føroyingar eru finnuppámenniskju. Eitt orð, sum bleiv tikið upp á orðið. Tey flestu hildu tað vera øgiliga væl sagt og harafturat klókt og væl gjøgnumhugsað, finnuppámenniskju. Vert eitt patent. Og alt er vert eina kapping. Nógv ófør hugskot komu í kappingini um hugskot tá. Eitt var til dømis eitt runt hundahús við krókinum til tjóðrið uppi á takinum. Krókurin kundi snara, so hundurin kundi ganga ella renna allan vegin runt um síni hús og goyggja í allar ættir.

Tað eg eisini minnist, bleiv einki av teimum nógvu hugskotunum tá til annað enn, ja, hugskot. Í Føroyum eru hundarnir leysir, so eini hundahús við snarandi tjóðri, 360 stig, hevði sjálvandi ongan kjans.

Men uppfinning er ikki longur nóg fínt orð. Nú eitur slíkt íverkseting. Nógvar íverksetingarkappingar hava verið, nógv hava vunnið. Og so hendir ikki meira. Tað er nóg mikið bara at finna uppá. Vit hava jú alingina og makrelin, vónandi í allar ævir, tí annað kemur ikki.

Menn tagdu í eina góðu løtu á árligu seansuni í Beatleslosjuni, tá eg greiddi teimum frá, at allir nýføðingar og heimføðingar skulu kannast fyri at vita, um oyruni eru í lagi. Og tað verður gjørt, kundi eg avdúka, við at spæla ein Beatlesmelodi fyri teimum.

Snerkja tey ella gálva ella fara at kolikkgráta ella fylla blæuna er hoyrnin í lagi. Reaksjónin er nátúrlig og ektað.

Enn er einki sagt um, antin nýborna sálin eisini verður kannað eftir at hava hoyrt slíkan jammur fyrsta dagin fyri at vita, um hon framvegis er sum fyrsta dagin. Tey eru so seig, at tey tola seigpíning.

Um somu tíð sum stóra frambrotið í fyribyrgjandi heilsuverkinum varð kunngjørt, bleiv nógv gjørt burturúr, tí ein í Beatles hevði blivið 70, hevði hann livað. Sum hann jú ikki ger. Men hann hevði blivið 70.

Eisini um somu tíð doyði ein, sum var tann frægasti tónleikarin og sangarin, sum nakrantíð hevur verið í nánd av Beatles, Tony Sheridan, 72 ára gamal. Hann var ein av teimum seigu.

Hoyrdi ongan Beatlesfjeppari siga nakað um hann.