Jacob Vestergaard
???????????????
Hergeir Nielsen heldur áfram at verja framferðarháttin viðvíkjandi ætlaða meginbókasavninum. Ein framferðarháttur, sum beindi fyri savninum.
Serliga hugtakið um meginbókasavnið kom úr erva, sigur Hergeir Nielsen, og satt er tað. Í staðin fyri at leggja hugskotið fyri kommunurnar, sum skuldu bera ætlanini uppi fíggjarliga, var var ætlanin at trýsta savnið niður yvir kommunurnar.
Landsbókavørurin, sum var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri bókasavnslógina og ætlanina við meginbókasavninum, sigur m.a. soleiðis í fundarfrágreiðing aftan á fundin í Stórapakkhúsi: "Ynskir ein kommuna, av onkrari orsøk, ikki at virka í einum slíkum samstarvi, so má hetta takast upp til viðgerð á øðrum stað, og so kann tjakast og støða takast til, um hetta eigur at fáa fylgjur og møguliga hvørjar. - Er tað ikki nettupp í hesum førinum, at tað er so umráðandi, at vit hava eitt lógarverk, sum sigur, at soleiðis verður tað, punktum finale."
Hetta er greið tala, og seinri í somu frágreiðing verður hildið áfram: "Tað, at ein pinkukommuna ongan bókasavnspolitikk hevur ella bara hevur ein vánaligan politikk á økinum, kann ikki forða einari størri kommunu í at økja um sítt bókasavnsvirksemi. Verður hetta endin, er tað tað sama sum at siga, at sumbingar skulu ikki hava játtan til eina bakkaverju, tí hvørki vágbingar ella tvørámenn hava brúk fyri eini slíkari!!??"
Tey sum loyva sær at hava eina aðra hugsan mugu ruddast av vegnum beinan vegin, sum tað eisini framgongur av frágreiðingini, har sagt verður: "Mín hægsta vón er tí, at Mentamálaráðið, Vágs kommuna og vit øll fáa ruddað hetta grúsið av vegnum umgangandi".
Hví Hergeir Nielsen verjir slíka niðurgerð av kommununum í Suðuroynni, er ilt at meta um. Hann átti heldur at átala slíkan ágang, sum jú beinir fyri øllum samstarvsvilja.
Ongin suðuroyingur, heldur ikki Jacob Vestergaard ella lærarar við miðnámsskúlan, eru ímóti, at bókasavn verður bygt í Vági. Tað sum lærararnir vóru ímóti, var at blanda meginbókasavnið uppí miðnámsskúlan, ella rættari, bókasavnið á skúlanum.
Hetta framgongur av fleiri skrivum, sum liggja í málinum, m.a. skrivið frá læraraumboðnum, sent tann 28. mai 2002 til landsstýrismannin í mentamálum, har sagt verður m.a.: "Men lærararáðið á Miðnámsskúlanum meinar ikki, at mynduleikarnir eiga at blanda hesar tørvir saman í eitt bókasavn, sum samstundis er alment bókasavn".
Í brævi til Mentamálaráðið, dagfest 4. juli 2002, viðgerð sama læraraumboð spurningin, og sigur m.a. í samandráttinum: "Mælt verður frá at blanda nýggja bókasavnið og skúlabókasavns Miðnámsskúlans saman - og á nakran hátt at lata tey treyta hvørt annað, tí tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri Miðnámsskúlan, so hann ikki fær nýtt sítt egna bókasavn til fulnar".
Jacob Vestergaard hevur ikki uppfunnið nøkur "serlig prinsippur" at byggja bókasøvn eftir. Tað "serliga prinsippið" um meginbókasøvn var uppfunnið í Mentamálaráðnum.
Tað "serliga prinsippið", sum Hergeir Nielsen nevnir, er uppfunnið fyri langari tíð síðan, og var nýtt tá landsbókasavnið var bygt.
Landsbókasavnið hevur til uppgávu at veita tænastur kring alt landið, og tí var tað heilt náttúrligt, at ein deild av landsbókasavninum var bygd í Suðuroynni. Vit gjalda jú øll til landsbókasavnið, men fáa ikki somu tænastu sum tey, ið búgva kring landsbókasavnið. Tí er tað ein sjálvsøgd uppgáva hjá landinum, at veita øllum somu tænastu á bókasavnsøkinum.
Hergeir Nielsen veit sjálvsagt, at miðnámsskúlin í Suðuroynni hevði fremstu raðfesting, og hevði verið komin væl longur ávegin, sum ætlanin við meginbókasavninum ikki var tengd uppí verkætlanina.
Fólkaflokkurin og andstøðan hava sjálvtsagt ikki roynt at boykotta miðnámsskúlan, sum Hergeir Nielsen vil verða við.
Tað er ikki gott at vita hvørjum politiskum umhvørvi Hergeir Nielsen ferðast í. Samstundis sum hann tosar um breiðan uppbakning í Løgtinginum fyri miðnámsskúlanum, leggur hann Fólkaflokkin og táverandi andstøðuna undir at hava roynt at boykotta miðnámsskúlan. Hetta hongur als ikki saman, Hergeir Nielsen.
Suðuroyggin var veruliga sett á Føroyakortið undir síðstu samgongu, sigur Hergeir Nielsen, og satt er tað. Hann gloymur bert at upplýsa, at tað var Fólkaflokkurin sum umsat vinnumál, og stóð fyri teimum stóru íløgunum.
Burtursæð frá miðnámsskúlanum og meginbókasavninum, er ivasamt hvussu stóran leiklut Hergeir Nielsen hevur havt í hesum framtøkunum fyri Suðuroynna. Hansara serligi arbeiðsháttur setur avmarkingar í so máta.
Handfaringin av teimum málunum sum Fólkaflokkurin hevði við at gera, var munandi betur enn handfaringin av málinum um miðnámsskúlan/meginbókasavnið. Tað er nýggi Smyril eitt gott dømi um.
Ætlanin viðvíkjandi Smyrli var løgd fyri suðuroyingar á almennum fundi, har suðuroyingar sluppu at siga sína hugsan. Suðuroyingar gjørdu vart við seg, og komu við ymiskum broytingum, sum blivu tiknar til eftirtektar. Smyril bleiv "skraddaraseymaður" til tørvin hjá suðuroyingur, og áðrenn arbeiði var sett í gongd, var endaliga verkætlanin løgd fyri suðuroyingar á almennum fundi.
Hevði sami framferðarháttur verið nýttur viðvíkjandi miðnámsskúlanum og meginbókasavninum, hevði støðan ivaleyst verið ein onnur.
Trupuleikin við meginbókasavninum var jú, at bert Vágs- og Fámjins kommuna vildu verða við í ætlanini, tá av tornaði. Tað í sær sjálvum átti at sagt Hergeir Nielsen, at framferðarhátturin var skeivur.
Fuglurin, sum Hergeir Nielsen "helt" seg hava í hondini, var ikki har, - hann var ikki í eygsjón. At "halda" seg hava tað rætta tilboði, er snøgt sagt ikki gott nokk. Heimaarbeiði var ikki nóg væl gjørt, tí "hvarv savnið".
Eg skilji væl at Hergeir Nielsen følir avmegd. Teir settu sær stór mál, men politiski førleikin stóð ikki mát við ætlaninar.
Hvørjum Hergeir Nielsen hevur ilt av, er ikki gott at vita, men okkurt er tað, sum liggur aftanfyri skriving hansara. Eg skal ikki fara at gita, hvør orsøkin er, men at leggja meg undir at hava ilt av onkrum í Vági, er at skjóta út í tóman heim, og kann ikki byggja á annað enn óndsinnaðan hugsunarhátt.
Eg fegnist um øll framtøk í Vági, og vóni, at tær ætlanir, sum eru stungnar út í kortið, fara at vinna frama, og koma at menna Vág aftur vinnuliga.
Hergeir Nielsen hevur verið í landspolitikki síðan síðst í 70-árunum, og hóast avrikini ikki hava verið mong, er ymiskt ein kundi trivið í, men slíkt tænur neyvan nøkrum endamáli, og verður tí ikki gjørt her.
Politiski avrikini kunnu vera ymisk, og eru tengd at, hvørjum ein er í samgongu við. Sjálvur var eg landsstýrismaður fyri alt landið, og ikki bert fyri Suðuroynna. Hergeir Nielsen kundi kanska útgreina hvat hann hugsar um, tá hann nevnir, at lansstýrismaðurin í fiskivinnumálum "vóð í møguleikum".
Suðuroyggin, og serliga sunnara helvt av oynni, hevur ongantíð havt størri brúk fyri politiskari vælvild enn nú.
Tí kann eg endurtaka, at allar góðar kreftir í Suðuroynni, eisini Hergeir Nielsen, eiga at standa saman um oynna, fyri at vinna Suðuroynni frama.
Tað skal verða mín vón, at onkur av teimum ætlanunum, sum fyriliggja, fara at bera ávøkstur.