Vinnukaffi 2026

Í Vági verður tiltakið Vinnukaffi hesa vikuna. Tiltakið er ætlað vinnurekandi í kommununi.

 

Vágs kommuna skrivar soleiðis á vagur.fo:

 

Vágs Kommuna bjóðar øllum vinnurekandi í kommununi til Vinnukaffi.

 

Tiltakið verður í Miðlatúni tórsdagin 8. januar 2026, kl. 10.00.

 

Endamálið er at skapa høvi fyri práti og netverkan við kaffi og kaku.