Seinasti partur av valdystinum

Luftin var tjúkk av spenningi, tá tær 22 atkvøðurnar til formansvalið vórðu taldar upp. Tá var valstríðið av. Eitt valstíð, sum eisini setti sín dám á størsta partin av aðalfundinum

FSF-valið

Teir sóu væl upplagdir út. Valevnini til formansvalið í FSF stóðu báðir úti í góðveðrinum í Gundadali, tá klokkan var farin at nærkast 10 leygarmorgunin. Eitt góðan dag - og hvussu gongur, varð givið ymsu fundarluttakarunum, so hvørt sum hesir komu móti FSF-húsunum, og eyðsæð var, hvør vónin var. Tað mundi standa teimum flestu greitt, at talan fór at gerast um ein óvanliga tættan dyst, og tí var umráðandi at viga hvørt lógvatak og hvørt eygnabrá. Lótir, sum kanska kundu avdúka, hvørt atkvøðan longu var sett - ella um hon kanska kundi flytast við eini seinastu skilagóðari viðmerkingar.

Verju- og valrøða
Sjálvur aðalfundurin snúi seg sum so um nógv annað enn bara formansvalið. Men tað stóð skjótt klokkuklárt, at sjálvt valið var reyði tráðurin, sum fundurin at kalla varð drigin eftir.
Longu í formansfrágreiðingini varð linjan løgd. Orð sum samansjóðing, trivnaður, gjøgnumskygni, opinleiki, leggja stríðsmál afturum, stabilitetur, kontuitetur og neyv fíggjarstýring vóru tesur, sum vórðu tiknar í nýtslu, longu fyrstu reglurnar av formansfrágreiðingini. Eini formansfrágreiðing, sum eisini í sera stóran mun virkaði sum aftursvar upp á tey spurnartekin, sum avbjóðarin hevði sett. Eitt nú við at vísa á, hvussu neyðugt tað var við sterkari umsiting, týdningin av altjóða arbeiðinum, truplu støðuna, har FSF skal útvega fíggjarligar midlar og ikki minst, hvørjar inntøkur FSF hevur latið feløgunum í mun til tað, sum tey fingu undan 2004.

Skipað skjóting
Formansfrágreiðingin fekk ikki stórvegis viðmerkingar, men tað var tó eisini greitt, at viðhaldsskarðin hjá avbjóðaranum fegin vildi sleppa at seta nøkur spurnartekin. Hesi komu eisini greitt til sjóndar, tá Óli Holm eftirfylgjandi legði formansfrágreiðingina fram.
Tað tóktist í øllum førum meira ella minni motiverað - og beint eftir linjuni, sum varð løgd - tá ávíkavist GÍ, AB og HB høvdu hug at seta fleiri spurnartekin við roknskapin. Eitt nú við atliti til vaksandi lønirnar innan umsitingina og um býtið av altjóða inntøkunum, sum FSF fær. Meðan aðrir spurningar mest hoyrdu heima í smálutadeildini - ja, summir vóru enntá spurningar, sum bara høvdu roknskapartekniskan týdning, og sum tí bara tóktust verða settir, tí onkur spurnartekin skuldu setast.
Skjøldurið hjá Óla tóktist tó at standa ímóti. Ikki minst tí hann í síni framløgu av roknskapinum hevði mest sum garderað seg ímóti hesum álopum. Eitt nú við litføgrum power-point framløgum, sum klárt undirstrikaðu orð formansins.

Formansspurningurin slapp tó at hvíla eina tíð, tá feløgini eitt skifti fóru undir at viðgera ymsu lógaruppskotini, sum vóru løgd fyri aðalfundin. Ikki minst, tí spurningurin um upp- og niðurflyting, sum er viðgjørdur aðra staðni á hesum síðum, gjørdi nýtslu av sjálvssøknum motivum mest sum sjálvsagda.
Hvørt nakrar atkvøður vórðu fluttar hesar báðar seinastu tímarnar undan formansvalinum, ber sjálvandi illa til at siga. Men tað stóð greitt, at okkurt felag hevði trupult við at seta krossin, tá atkvøðuseðlar vórðu býttir út. Fyrrverandi formaðurin, Dánjal Andreasen, hevði fingið álitið at ganga runt við pappkassanum at savna atkvøður, men onkra staðni mátti bíðast eftir seðlinum. Eitt nú hjá tvøramonnum, sum snøgt sagt bóðu Dánjal fara víðari, meðan teir sínamillum greiddu seinastu innanhýsis spurningarnar, áðrenn krossurin varð settur.
Væl upplagdi orðstýrarin, Jógvan Arge, fekk tó at enda tær 22 atkvøðurnar litnar í hendi. Hann teir báðar skyldmenninar úr Gøtu - Janus Rasmussen (GÍ) og Atla Gregersen (SÍF) - at virka sum kontrollantar, Og so kundi uppteljingin byrjað.

Formaðurin á nálum
Menn sótu sum á nálum. Fyri hvørja atkvøðu, sum varð lisin upp, vórðu strikur settar á blokkin, og ein greiður tendensur tóktist at vísa seg. Eftir at formansevnini býttu fyrstu fýra seðlarnar millum sín, tóktist Birgir renna undan. Skjótt stóð 6-2, síðani 9-5 - og tá 19 av seðlunum vóru taldir, stóð 11-8 á blokkunum.
Sitandi formaðurin sat sum runnin í stein - við penninum kláran at seta strikuna, sum í veruleikanum var mønustingurin. Avbjóðarin, sum allan fundin hevði sitið kúrrur á aftasta rað, mundi brádliga anda nakað djúpari og róligari. Kanska við tonkunum kvikliga snarandi um spurningin, hvussu inngangurin til fyrstu formansrøðuna skuldi verða. Alt meðan linsan á upptøkutølinum frá Sjónbandi stillaði nærri og nærri í fokus. Klár at fanga andlitsbráðið, tá navnið á Birgiri fyri tólvtu ferð skuldi lesast av atkvøðulepanum.

Sveittutar hendur
20. seðilin segði Óli. 21. seðilin tað sama. Og so kundi djúpi bassurin hjá fundarstjóranum staðfesta, at nú var bert tann eina atkvøðan eftir. Og tá hann róliga skoytti uppí, at navnið á hesari var Óli Holm, var púrasta kvirt eina løtu. Ein støða, sum eingin av fundarluttakarunum hevði hugsað um, var nú íkomin
Men fundarstjórin var tó fyrireikaður. Hann vísti alt fyri eitt til grein 7, har mannagongdirnar fyri atkvøðugreiðslu eru at finna - og tó at hann kanska var dekan ov útgreinandi, tá hann síðani bað um formansins atkvøðu, so broytti hetta einki.
Sum siðvenja er, so fekk formaðurin lógvabrestir frá aðalfundinum, tá valið var staðfest. Men tað skarst ikki burtur, at spenningurin um uppteljingina enn sat í krovinum á annars so stinna vágbinginum. Nakað sum eisini var eyðsýnt, tá sveitt-vátu lógvarnir tóku ímóti handtrýstunum, sum fundarluttakararnir góvu, so hvørt sum farið varð upp til døgurðan. Ein døgurði, sum eisini er siðvenja eftir aðalfundin. Men hesa ferð mundi bitin roynast søtari hjá summum enn hjá øðrum&