Manshondbóltur
At 73 mál verða skotin millum tey bæði liðini, sum eftir stigatalvuni eru tey sterkastu, ber greið boð um verjumanglar í føroyskum manshondbólti. Og satt at siga, so var verjuspælið ikki tað, sum Neistin og VÍF løgdu mest í leygardagin.
Hinvegin var undirhaldsvirðið høgt. Partvíst tí bæði liðini støðugt royndu at spæla hondbólt við høgari leikferð, og partvíst – og ikki minst – tí vestmenningar seinastu løtuna mundu tveitt eitt annars gott dagsverk fyri borð.
Alt tóktist avgjørt
Tí við bara trettan minuttum eftir á talvuni, tóktist allur ivi vera bendur burtur. Regin Joensen hevði enn eina ferð sent eitt av sínum mongu skotum í netið handan Jacob Larsen, og við sjey málum á muni skuldi alt verið avgjørt.
Tað mundu vestmenningarnir eisini halda sjálvir. Partvíst tóktust spælararnir nú taka sær meira av løttum, og partvíst valdi Dia Midjord eisini at senda nakrar av yngru spælarunum inn, so hesir kundu vinna sær nakað av rutinu.
Hvørki spælarar ella venjarar hjá VÍF høvdu tó roknað við, at Neistin framvegis ikki hevði givið. skarvin yvir. Og tá mótstøðan nú gav teimum lítla fingur, fóru teir eftir øllum arminum. Áðrenn vestmenningar høvdu hugsað tvær ferðir, var munurin av álvara farin at minka, og tá so er, er trupult at venda gongdini.
Og tað máttu vestmenningar eisini ásanna. Hóast teir aftur koyrdu við sterkastu ketuni inni, so hjálpti hetta lítið. Sálarliga tóktist liðið ikki megna at toga seg uppaftur, og spentu nervarnir komu eisini til sjóndar í verjupartinum, har Neistin fekk fýra brotskøst seinasta lítla korterið.
Útvísing bjargaði VÍF
Og so mundi gingið heilt galið. Bara góðar tveir minuttir undan dystarloki tóktist annars avgjrøt, tá Sámal skoraði til 36-33, men Neistin gav ikki upp. Langt ífrá. Trý mál á rað góvu javnvág í, og tó at Ingi skoraði enn einaferð, so megnað teir bláu aftur at javna. Bara fimm sekund vóru eftir á talvuni, tá Neistin fekk seinasta málið, men tá Áki G. Olsen samstundis fekk tveir fingrar, gjørdist hetta at kalla bjargingin hjá VÍF. Tað merkti nevnliga, at tíðin skuldi steðgast, og so kundu vestmenningar byrja seinasta álopið av miðjuni.
Hvat teir bláu tá hugsaðu, er ilt at gita. Men í øllum førum stillaðu teir seg við fýra monnum uppi á miðjuni, og so megnaði VÍF at spæla somikið tunt seinastu sekundini, at Neistin gav brotskast burtur. Hetta sendi Áki Olsen í kassan, og so vendi hann einum nyttuleysum javnleiki til sigur hjá VÍF.
Áki er trumfurin
Júst afturkomni Áki Olsen tykist annars hava allar fortreytir at gerast avgerandi trumfkortið hjá VÍF í ár. Serstakliga gav hann í fyrra hálvleiki dømi um framúr skotteknikkin og –styrkina, tá hann av bakkinum hølvaði einar fýra perlur á rað inn.
Enn er orkan kanska ikki til heilan dyst, men hetta fer at koma við miðvísari venjing. Og stendur VÍF við eini baklinju av Áka Olsen, Inga Olsen og Sámali Joensen, so verður trupult hjá mótstøðuliðunum at verja. Ikki minst, tá hinir tríggir á ideal-uppstillingini eita Regin Joensen, Agnar Joensen og Sjúrður Poulsen. Eitt lið, sum veruliga kann hótta frá øllum plássum.
Hjá Neistanum var dysturin enn ein av slagnum, har liðið í allar seinastu løtu misti javnleikin. Hetta var eisini støðan, tá Neistin tapti á Skála, og tað kann geva ábendingar um, at liðnum enn restar nakað av royndum at stuðla seg at í tættastu uppgerðunum.
Hinvegin sýndu teir enn einaferð framúr hugburð við at berja seg aftur, og tá tað ræður um orku, so tykjast fá lið standa teimum kurl.
At teir so eisini máttu vera leikbannaða Áka Mørk fyriuttan, sigur eisini, at liðið hevur enn onkran strong at spæla uppá, og tí skulu teir so langt ífrá avskrivast enn.
Fakta um dystin
Neistin-VÍF 36-37 (17-20)
Málskjúttar
Neistin: Roar Dalsgarð 9(3), Jugoslav Djumic 7, Carl Herup 6(1), Blagoje Buha 5(1), Tróndur Kragesteen 5(1), Dann Thorleifsson 3, Birgir Poulsen 1, Jón Ludvig 1
VÍF: Agnar Joensen 11(3), Áki Olsen 9(1), Sámal Joensen 7, Ingi Olsen 6, Regin Joensen 2, Áki G. Olsen 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: Neistin 6, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 5, VÍF 6
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen