fyrra hálvleiki. Fyrst mátti Ander Herrera út, síðani Juan Mata og at enda Jesse Lindgard, sum kom inn fyri Mata løtu áðrenn. Harumframt gekk Markus Rashford og haltaði allan dystin og mest sum bara bíðaði [...] hálvleikur byrjaði. Michael Owen, sum hevur eina fortíð í bæði Liverpool og Manchester United, viðmerkti dystin fyri Optus Sport, og var nakað bersøgin í sínum viðmerkingum. - Um eg var Jürgen Klopp í um [...] United-fjepparum og viðmerkjarum løgdust á knappaborðini at harta hann fyri sínar viðmerkingar. Fleiri teirra vístu á, at Michael Owen alla yrkisleið sína var nógv plágaður av skaðum, og ein slík útsøgn
Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá báðum hálvfinalunum á Rás2. Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo , og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Sendingin byrjar klokkan 18. Fyrst í sendingini [...] einari 1-0 leiðslu til Víking, og NSÍ skal royna at venda einari 4-1 leiðslu hjá KÍ í seinnu hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. Dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ byrjar klokkan 18.30. [...] í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og Skála byrjar klokkan 19. Víkingur hevur eina 1-0 leiðslu, men hevur hinvegin vunnið løgmanssteypið fýra ár á rað, og hevur royndirnar, sum skulu til. Hinvegin
siðvenjur, dugnaskapir, tól, lutir og gripir, sum er viðurkent av samfelag, bólki og í einstøkum føri einstaklingum. Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, virking av ull og siðir, ið eru knýttur at føroyska [...] vera við til at lívbjarga hesum og øðrum týðandi siðaarvi føroyinga, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Tiltøkini í sáttmálanum fevna um skráseting, gransking og útbúgving umframt at skapa karmar [...] áheitan frá UNESCO nevndini, og eg fari at virka fyri, at eitt uppskot til samtyktar um at seta í gildi sáttmálan um verju av siðaarvi kann verða lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu, sigur Bjørn
strævnu og tøttu jóla og nýggjárs-leikskránna, sum er í ensku Premier League. Tá segði ein bersøgin Louis van Gaal m.a. - Øll vita, at ein spælari kemur ikki fyri seg aftaná bert 48 tímar. Bæði FIFA og UEFA [...] mást tú innrætta teg eftir teirra siðvenjum og skipanum. Í Onglandi spæla teir dystir, tá fjeppararnir hava møguleikan at fara til dystir, og tað er m.a. í jóla- og nýggjárshøgtíðini, skrivar Johan Cruyff [...] vinna við at spæla í jóla- og nýggjársferiuni, staðfestir niðurlendska fótbóltslegendan í sínari klummu. Johan Cruyff verður mettur at verða ein hin besti fótbóltsspælarin, og ein hin besti venjarin nakrantíð
landsstýrinum. Nú saman um kom, samtykti fyrst mentamálanevndin og síðani fíggjar-nevndin hjá býráðnum at mæla býráðnum til at halda fast við verkætlanina í Sortudíki og játta tann pening, sum neyðugur verður [...] fíggjarkarm og at bjóða byggingina út, tá projekteringin verður liðug í vár. Ætlanin er at bjóða út í fakentreprisum. Stígur kom í musikkskúlamálið herfyri. Meðan steðgur var í, fóru býráðsumsitingin og men [...] 2000 fermetrar og innrættaður til endamálið. Tað merkir eitt nú, at nógv verður gjørt burtur úr teimum akustisku loysnunum. Eisini verður gjørt burtur úr útsjóndini, bæði innan og uttan, so húsið
samstarvið millum Týr og hann. Tað var av tí orsøk, at vit ikki hava somu vónir og ætlanir fyri framtíðina, hvørki um tónleikastíl ella ætlanir sum heild, sigur Heri Joensen, sangari og oddamaður í Týr. R [...] traðka til aftur, og hann játtaði at vera við í eina tíð. Hann verður ikki fastur limur í Týr aftur, men hann verður við til framførslur komandi mánaðirnar. Fyrst í Norðurlandahúsinum og síðan í Týsklandi [...] Týsklandi, Onglandi, Australia, Ný Sælandi, Japan, Kina og aðrastaðni. Á komandi konsertferðini í USA og Kanada í apríl heita vit helst á onkran gittarleikara, sum vit kenna í USA ella Kanada, sigur Heri Joensen
07 Vestur og TB eru millum tey niðastu á støðutalvuni. Sunnudagin vóru bæði TB og 07 Vestur á útivølli. 07 Vestur tapti 7-0 í Gundadali ímóti HB, og TB vann fyrsta stigið, tá ið tað á Svangaskarði endaði [...] endaði 2-2. Seinnapartin hittast TB og 07 Vestur. TB avrikið á Toftum var í løtum gott, og sammett við fyrr í ár sást, at tað nú er kapping um plássini á liðnum. Í TB eru teir væl fyri, nú teir fyrireika [...] Umframt 07 Vestur skal TB næstu dagarnar spæla við Stórá ímóti HB í steypakappingini (sunnudagin), og so HB og B36 í landskappingini. 07 Vestur avrikið í Gundadali var vánaligt. Spurningurin er, um fokus longu
áðrenn formelli skipsdópurin verður. Skipið skal fiska svartkalva og tosk og er eisini útgjørdur við skipanum til framleiðslu av fiskamjøli og fiskaolju. Skipið verður skjótt í Íslandi, har manning kemur umborð [...] krónur, og haraftrat kemur reiðskapur og ymiskt annað. Sigliklárur kostar Sisimiut umleið 315 miljónir krónur. Nýggi Sisimiut er munandi størri enn hin gamli. Hin gamli er 66 metrar langur og 14 metrar [...] skipið, sum longu skuldi verið komið til Grønlands, er enn í Bilbao. Simiut kemur fyrst til Íslands eftir manning í næstu viku og fer síðan til fiskiskap í Eysturgrønlandi. - Nýggja skipið skal eitt nú brúka
nýggjara kórtiltakið verður hildið ein og sama dag, tí tá hava fleiri møguleika fyri at luttaka. Eins og við kórstevnunum er endamálið við kórfestivalinum at fremja og menna føroyskan kórsang. Í ár verður [...] Eins og undanfarnu árini verður aftur í ár skipað fyri árligum kórfestivali – Kórfestivalurin 2018 – sum verður hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. mai. Øll kór- og sangáhugaði, ung sum eldri, eru [...] verður ikki innan fleiri flokkar ella kategoiir. Fyri bestu framførslunar verða handaðar 1. 2. og 3. viðursløn, og dómarnir gera sjálvir av, hvat teir leggja dent á. Eisini fáa áhoyrarnir høvi at atkvøða fyri
hevur góðar renniskógvar, góða orku og eina telefon, sum kann halda stýr á sekundunum. Venjingin fyrigongur so, at tú fyrst gongur í 15 sekund, síðan rennir í 10 og endar í 5 sekund sprint. Eftir fýra [...] Keypmannahavn fyri Ítrótt og Føðslu, skrivar Politiken. Úrslitið er skrivað í kenda tíðarritinum European Journal of Applied Physiology, har granskararnir skriva, at teirra kanning er eins og úrslit annars á økinum [...] økinum um, at stutt venjing við høgum intensiteti ger fólk sterkari og sunnari. Granskararnir kannaðu 11 óvand vaksin fólk, og bóðu tey gjøgnumføra tríggjar ferðir 20 minuttir av intervall venjing í sjey