Musikkskúlin aftur á rættari kós

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
-----
Tórshavnar býráð hevur tikið enn eitt týðandi stig í málinum um nýggjan musikk­skúla í Sortudíki.
Býráðið hevur einmælt samtykt ein fíggjarkarm og at bjóða byggingina út, tá projekteringin verður liðug í vár. Ætlanin er at bjóða út í fakentreprisum.
Stígur kom í musikk­skúla­málið herfyri. Meðan steðgur var í, fóru býráðsumsitingin og mentamálaráðið at kanna møguleikarnar fyri at byggja tjóðpall og musikkskúla sam­an á økinum hjá Tórs­havnar kommunuskúla.
Hesum mótmælti eg harð­liga av fleiri grundum. Eitt var, at tað fór at seinka musikkskúlan almikið, varð farið undir eina nýggja ætlan. Annað var, at eg av ringum royndum ikki trúgvi eitt fimmoyra upp á húsaloysnir saman við landsstýrinum.
Nú saman um kom, samtykti fyrst menta­mála­nevnd­in og síðani fíggjar-nevnd­in hjá býráðnum at mæla býráðnum til at halda fast við verkætlanina í Sortu­díki og játta tann pening, sum neyðugur verður.
Tann ætlaði musikkskúlin verður umleið 2000 fer­me­trar og innrættaður til enda­­málið. Tað merkir eitt nú, at nógv verður gjørt burt­ur úr teimum akustisku loysn­un­um. Eis­ini verður gjørt burtur úr út­sjónd­ini, bæði innan og uttan, so húsið stendur seg í mentanar­økinum framvið Sundsvegnum/Ringvegnum.
Málið byrjaði tíðliga í seinasta valskeiði. Nú er tíð upp á at farið verður undir byggingina, so ungdómurin í Havn og hansara lærarar fáa ein virðiligan karm um víðari menningina av tónleika­lívinum í Havn og landinum sum heild.