Owen: Sparka Rashford niður

Michael Owen hevði biðið leikararnar sparka ein haltandi Rashford niður.

Fyrrverandi Liverpool og United-spælarin Michael Owen er komin í andglettin eftir sínar viðmerkingar undir dystinum millum stórfeløgini bæði sunnudagin.

 

Skaðarnir regnaðu niður yvir Manchester United í fyrra hálvleiki. Fyrst mátti Ander Herrera út, síðani Juan Mata og at enda Jesse Lindgard, sum kom inn fyri Mata løtu áðrenn. Harumframt gekk Markus Rashford og haltaði allan dystin og mest sum bara bíðaði eftir at blíva skiftir út, inntil hinir tríggir allir blivu skaddir.

 

Ole Gunnar Solskjær hevði tí brúkt allar tríggjar útskiftingar sínar longu áðrenn seinni hálvleikur byrjaði.

 

Michael Owen, sum hevur eina fortíð í bæði Liverpool og Manchester United, viðmerkti dystin fyri Optus Sport, og var nakað bersøgin í sínum viðmerkingum.

- Um eg var Jürgen Klopp í umklæðinarrúminum í hálvleikinum, so hevði eg biðið mínar spælarar um, fyrsta møguleika teir fingu, at sparka Rashford á økulin, sum hann hevur haltað á, segði hann.

 

Atfinningarnar komu skjótt. Hópur av Manchester United-fjepparum og viðmerkjarum løgdust á knappaborðini at harta hann fyri sínar viðmerkingar.

 

Fleiri teirra vístu á, at Michael Owen alla yrkisleið sína var nógv plágaður av skaðum, og ein slík útsøgn vitna um vánaligan ítróttaranda. 

 

Marcus Rashford spældi allan dystin, men er óvissur til dystin hjá Manchester United í annaðkvøld móti Crystal Palace. Tað eru Juan Mata, Ander Herrera og Jesse Lingard eisini.

 

Roberto Firmino bleiv eisini skaddur í fyrra hálvleiki í dystinum. Hann er tí eisini óvissur til dystin hjá Liverpool móti Watford í annaðkvøld.