Rás2 sigur frá báðum hálvfinalunum í kvøld

Dysturin millum NSÍ og KÍ byrjar klokkan 18.30, og dysturin millum Víking og Skála byrjar klokkan 19. Sendingin byrjar klokkan 18

Í kvøld skal Skála royna at venda einari 1-0 leiðslu til Víking, og NSÍ skal royna at venda einari 4-1 leiðslu hjá KÍ í seinnu hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ byrjar klokkan 18.30. KÍ er á odda 4-1 frá fyrra dystinum, so brekkan er brøtt, men sum tikið verður til mangan: bólturin er rundur.

 

Dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og Skála byrjar klokkan 19. Víkingur hevur eina 1-0 leiðslu, men hevur hinvegin vunnið løgmanssteypið fýra ár á rað, og hevur royndirnar, sum skulu til. Hinvegin er Skála eitt kompakt lið, sum er torført at spæla ímóti, so einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá báðum hálvfinalunum á Rás2. Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Sendingin byrjar klokkan 18. Fyrst í sendingini verður prátað við Otto Jacobsen frá "Bláu Bylgjuni" í Klaksvík. Har fer Otto Jacobsen at greiða frá ymiskum misskiljingum, sum eftir hansara tykki hava verið frammi í sambandi við stórdystin norðuri í Klaksvík millum KÍ og Víking, sum KÍ vann 2-0. Tann dysturin var spældur farna sunnudag.

 

Umframt, at Rás2 sigur frá hálvfinalunum, so ber eisini til at fylgja við á in.fo. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.