Ungverski gittarspælarin er farin úr rockbólkinum Týr, og tí má gamal kenningur traðka til, nú Týr hevur stórfingnar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri um vikuskiftið.
Attila Vörös kom upp í Týr, tá ið Terji Skibenæs fór úr bólkinum í 2018, men nú hava teir aftur skift upp um pláss. Attila Vörös boðaði herfyri frá, at hann fór úr Týr, tí hann var ikki samdur við hinar í bólkinum um, hvørja leið bólkurin skuldi fara.
– Eftir konsertferðina í desember tóku vit saman við Attila avgerðina um at enda samstarvið millum Týr og hann. Tað var av tí orsøk, at vit ikki hava somu vónir og ætlanir fyri framtíðina, hvørki um tónleikastíl ella ætlanir sum heild, sigur Heri Joensen, sangari og oddamaður í Týr.
Rockbólkurin hevur ikki fingið fastan avloysara fyri Attila, men komandi vikurnar skal Terji Skibenæs aftur taka sær av gittarspælinum í Týr.
– Vit heittu á Terja um at traðka til aftur, og hann játtaði at vera við í eina tíð. Hann verður ikki fastur limur í Týr aftur, men hann verður við til framførslur komandi mánaðirnar. Fyrst í Norðurlandahúsinum og síðan í Týsklandi, Onglandi, Australia, Ný Sælandi, Japan, Kina og aðrastaðni. Á komandi konsertferðini í USA og Kanada í apríl heita vit helst á onkran gittarleikara, sum vit kenna í USA ella Kanada, sigur Heri Joensen.
Føroyingar fáa um vikuskiftið høvi at hoyra bólkin spæla sínar rocksangir saman við Føroya Symfoniorkestri. Tríggjar útseldar konsertir verða í Norðurlandahúsinum í Havn fríggjadagin og leygardagin.











