Skulu verja føroyskan siðaarv

UNESCO sáttmálin um siðaarv setast í gildi í Føroyum

 

Føroyska UNESCO nevndin hevur í gjár handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, áheitan um at fáa UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi settan í gildi í Føroyum.

 

Siðaarvur er siðvenjur, dugnaskapir, tól, lutir og gripir, sum er viðurkent av samfelag, bólki og í einstøkum føri einstaklingum. Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, virking av ull og siðir, ið eru knýttur at føroyska matinum, eru dømi um siðaarv føroyinga.

 - Siðaarvurin er týðandi partur av føroyska mentanararvinum, og vit hava støðugt umrøtt, hvussu eitt nú føroyskum bátasmíði kann vera lív lagað. Við at seta UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi í gildi í Føroyum, fáa vit eitt amboð, ið kann vera við til at lívbjarga hesum og øðrum týðandi siðaarvi føroyinga, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Tiltøkini í sáttmálanum fevna um skráseting, gransking og útbúgving umframt at skapa karmar fyri, at siðaarvurin hevur sítt livandi virki í samfelagnum.

 - Eg eri sera fegin um at hava fingið hesa áheitan frá UNESCO nevndini, og eg fari at virka fyri, at eitt uppskot til samtyktar um at seta í gildi sáttmálan um verju av siðaarvi kann verða lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Øll hini Norðanlondini hava tikið undir við sáttmálanum um verju av siðaarvinum. UNESCO nevndin skrivar í áheitanini, at nevndin er sannførd um, at verndin og varðveitingin av siðaarvi føroyinga eigur at verða skipað eftir somu kørmum sum í grannalondum okkara.