Felags útigudstænasta

Sunnudagin, 1. juni, kl. 11.00 skipa kirkjurnar í Suðuroy fyri felags útigudstænastu við fótbóltsvøllin við Stórá í Trongisvági.

 

Tað verður ein hugnalig løta fyri bæði stór og smá. Prestarnir í oynni luttaka, Tvøroyrar hornorkestur spælir og Katrin hevur eina søgu til børnini.

 

Aftaná gustænastuna verður drekkamunnur og okkurt søtt til børnini.

 

Um tað ikki viðrar verður gudstænastan hildin í høllini í Trongisvági, boða kirkjurnar í Suðuroynni frá.