Hamas tekur undir við at sleppa livandi og deyðum gíslum leysum

Sambært Haaretz hevur Hamas ikki vrakað eitt amerikanskt uppskot um vápnahvíld, men hevur lagt upp til eina nýggja tíðarlinju.

Ísrael hevur framt stór álop í Gaza síðani 7. oktober Sambært heilsumálaráðnum, sum Hamas stýrir, eru fleiri enn 54.000 fólk, harav í høvuðsheitum sivilfólk, dripin undir krígnum. (Savnsmynd). - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix

Hamas hevur svarað upp á eitt amerikanskt uppskot um vápnahvíld í Gaza.

Tað boðar hernaðarligi bólkurin frá, sambært tíðindastovuni Reuters.

Í eini fráboðan sigur Hamas, at tað fer at sleppa 10 livandi gíslum og 18 deyðum afturfyri fleiri palestinskar fangar.

Sambært Reuters krevur Hamas eisini, at kríggið í Gaza steðgar.

- Hetta uppskotið hevur til endamáls at fáa eina varandi vápnahvíld, eina umfatandi afturtøku av Gazageiranum og tryggja streymin av hjálp til okkara fólk og okkara familjur í Gazageiranum, skrivar Hamas í fráboðanini.

Ísraelski miðilin Haaretz skrivar, at Hamas ikki hevur vrakað amerikanska uppskotið, men at bólkurin hevur skotið upp eina endurskoðaða tíðarlinju fyri at lata gíslarnar leysar.

Ísrael hevur góðkent amerikanska uppskotið um vápnahvíld, áðrenn uppskotið varð sent víðari til Hamas.

Í yvirlýsingini frá Hamas verður einki nevnt um, at tey vilja hava nakrar broytingar í amerikanska uppskotinum. Ein palestinskur embætismaður sigur tó við Reuters, at Hamas ynskir ávísar tillagingar.

Fríggjakvøldið segði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, at Hamas verður "oyðilagt", um bólkurin ikki velur at taka undir við uppskotinum.

- Drápsmenninir í Hamas verða nú noyddir at velja: góðtaka treytirnar í "Witkoff-avtaluni" um at lata gíslarnar leysar - ella verða týndir, sigur verjumálaráðharrin í eini fráboðan.

Uppskotið legði amerikanski sendiharrin Steve Witkoff fram.

Enn er ikki greitt, hvussu Ísrael fer at reagera uppá svarið hjá Hamas til uppskotið.

Hósdagin segði ein ónevndur ísraelskur embætismaður við The Times of Israel, at amerikanska uppskotið hevur við sær, at 10 livandi gíslar verða leyslatnir, meðan 18 deyðir gíslar skulu latast. Afturfyri verður ein 60 daga vápnahvíld sett í verk.

Áhaldandi kríggið byrjaði 7. oktober 2023, tá Hamas leyp á Ísrael. Ein uppteljing frá AFP, sum er grundað á almenn tøl, vísir, at 1.218 fólk doyðu - tey flestu sivilfólk.

Harumframt vórðu 251 fólk tikin sum gíslar. Sambært AFP eru 57 framvegis í Gaza, harav 34 fólk, sum sambært ísraelska herinum hava latið lív. Bæði livandi og deyðir gíslar eru latnir leysir undir krígnum.

Ísrael hevur framt stór álop í Gaza síðani 7. oktober Sambært heilsumálaráðnum, sum Hamas stýrir, eru fleiri enn 54.000 fólk, harav í høvuðsheitum sivilfólk, dripin undir krígnum.

Ísrael og Hamas hava roynt at fingið eina avtalu um vápnahvíld í fleiri mánaðir.

Ísrael hevur kravt, at Hamas skal avvápna seg fullkomiliga, verður avmonterað sum hernaðarligur og stjórnarligur stovnur, og at sleppa øllum gíslum leysum, áðrenn Ísrael fer at játta at enda kríggið.

Hamas hevur noktað at geva vápnini upp og sagt, at Ísrael skal taka sínar herdeildir heilt úr Gaza og binda seg til at enda kríggið.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ísrael hevur framt stór álop í Gaza síðani 7. oktober Sambært heilsumálaráðnum, sum Hamas stýrir, eru fleiri enn 54.000 fólk, harav í høvuðsheitum sivilfólk, dripin undir krígnum. (Savnsmynd). - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix