Tríggjar ferðir 20 minuttir renning hvørja viku við stuttum sprintum styrkir um vøddarnar, beinagrind og blóðrenslið. Tað vísir ein nýggj donsk kanning. Tað nýtist sostatt hvørki at vera trupult ella tíðarkrevjandi at gerast sunnari. Tað krevur einans, at tú rennir um kapp alt hvat tú orkar í 20 minuttir, tríggjar ferðir um vikuna.
Tað er boðskapurin frá granskarum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn fyri Ítrótt og Føðslu, skrivar Politiken. Úrslitið er skrivað í kenda tíðarritinum European Journal of Applied Physiology, har granskararnir skriva, at teirra kanning er eins og úrslit annars á økinum um, at stutt venjing við høgum intensiteti ger fólk sterkari og sunnari.
Granskararnir kannaðu 11 óvand vaksin fólk, og bóðu tey gjøgnumføra tríggjar ferðir 20 minuttir av intervall venjing í sjey viku á rað. Tað vil siga í ein tíma um vikuna. Sjálv venjingarnøgdin er munandi minni enn tað, sum alment verður viðmælt at verða gott - tað er 30 minuttir um dagin - men kortini sóu granskarar ein stóran mun á heilsuni hjá fólkunum, skrivar Politiken.
Hátturin rópast 5-10-15. Tað krevur, at tú hevur góðar renniskógvar, góða orku og eina telefon, sum kann halda stýr á sekundunum. Venjingin fyrigongur so, at tú fyrst gongur í 15 sekund, síðan rennir í 10 og endar í 5 sekund sprint. Eftir fýra rundir av hesum heldur tú ein minutt steðg, og byrjar umaftur og soleiðis heldur tú fram í 20 minuttir.









