Tað skulu heilt aðrir bollar í suppuna

07 Vestur skal seinnapartin og eftir skrædlið í Gundadli royna at reisa seg við Stórá ímóti TB, sum sær møguleikar at vinna fyrsta sigurin

07 Vestur og TB eru millum tey niðastu á støðutalvuni. Sunnudagin vóru bæði TB og 07 Vestur á útivølli. 07 Vestur tapti 7-0 í Gundadali ímóti HB, og TB vann fyrsta stigið, tá ið tað á Svangaskarði endaði 2-2.

Seinnapartin hittast TB og 07 Vestur.

TB avrikið á Toftum var í løtum gott, og sammett við fyrr í ár sást, at tað nú er kapping um plássini á liðnum. Í TB eru teir væl fyri, nú teir fyrireika seg at spæla fyrsta av fýra dystum upp í slag á heimavølli. Umframt 07 Vestur skal TB næstu dagarnar spæla við Stórá ímóti HB í steypakappingini (sunnudagin), og so HB og B36 í landskappingini.

07 Vestur avrikið í Gundadali var vánaligt. Spurningurin er, um fokus longu undan HB dystinum var á ferðini til Suðuroyar. 07 Vestur fór longu um Suðuroyarfjørð í gjárkvøldið.

-Vit eru greiðir yvir, at avrikið ímóti HB var ikki gott. Í fjør og aftur í ár er tað komið alt ov ofta fyri, at mótstøðuliðið skorar fyrst. Í Gundadali hevði HB skorað tvey mál, tá ið fýra minuttir vóru farnir. Tað ávirkaði avrikið. Vit eru greiðir yvir, at um vit skulu hugsa um at vinna, so er neyðugt við heilt øðrum hugburði, færri persónligum mistøkum og at vit eru meiri tilvitaðir um løgdu ætlanina, sigur Tór-Ingar Akselsen. Sunnudagin var á beinkinum. Tað verður hann neyvan ídag.

Eisini hjá 07 Vestur eru allir spælararnir tøkir.