rforeldrum sínum í Føroyum. Í brævinum greiðir hann í stuttum frá málinum og kemur eisini inn á, hvat drongurin hevur upplivið, síðan hann varð ættleiddur. Millum trý lond - Tað má í fyrsta umfari vera [...] hevur hann í hálvan triðja mánað búð í Føroyum og hevur knýtt seg til síni nýggju foreldur, mál og umstøður. Nú er hann so, við stuttari ávaring, tikin frá foreldrum sínum og sendur á barnaheim, í triðja landinum [...] reglurnar og mannagongdirnar í sambandi við ættleiðing í Føroyum virka nóg væl, tá ið tað ber til at taka eitt barn aftur frá ættleiðingarforeldrunum. Hon kemur eisini inn á, um tað í Føroyum ber til at taka
bókavirksemi, ið nú er í Føroyum. Undir liðini á i-Padinum stóð ein innbundin útgáva frá 1909, sum í einum vísti okkum á tøkniligu broytingarnar seinastu øldina. Stavirnir í Bábelstorninum, sum í síni tíð vórðu [...] tíðina og eru ógvuliga brúkaravinaligar. Tú kanst skriva viðmerkingar í tær, leggja bókamerki í tær, goyma týðandi leitingar o.a. Tú kanst í royndum gera alt tað, tú vanliga gert við eina vanliga bók, umframt [...] viknað, so fært tú tær júst tað snið og ta stødd, tær hóvar. Tú kanst leita eftir ávísum orði, setningi, broti. E-bókin finnur tað í stundini. Tú kanst skriva tínar viðmerkingar í bókina og finnur tær lættliga
komið alment fram, at tað nýggja atlassið verður í somu leistum, sum brúktir vórðu til heimsatlassið, sum í roynd og veru er óskikkað til undirvísing í skúlunum. Tað hevur longu gjørt meira skaða enn gagn [...] til Nýdeli er ikki lætt at skilja; Stokkhólmur við Stockholm í parentes, um onkur skuldi ivast o.s.fr. Í skúlunum lærdu vit, at tað stóra havið í Fjarðeystri æt Stillahav. Ikki so løgið, tí á enskum eitur [...] tosað um atlassið, eisini á tí politiska pallinum. Í seinastu viku skrivaði Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, eina sera áhugaverda grein í bløðunum júst um hetta álvarsmál. Tá tað kann lata seg gera hjá einum
plássi í Evropiska Billboard í samfullar 15 vikur. Anastacia varð fødd í 1968. Pápin var sangari og mamman sjónleikari á Broadway. Hon byrjaði sína yrkisleið sum dansari, og hon var millum annað við í sjó [...] almenna lagið til HM í fótbólti í 2002, “Boom”. Av øðrum risahittum úr skjáttuni kunnu nevnast “Sick And Tired”, “Paid My Dues”, “One Day In Your Life” og “Why Did You Lie To Me”. Í 2004 gav hon út útgávuna [...] hitt'ini hjá henni verða spæld í veitslum, veitst tú, at alt fer at kóka. Við sínum 157 sentimetrum er amerikanska sangkvinnan, Anastacia, ikki millum størstu kvinnur í vavi, men rødd hennara er risastór
Føroyar í altjóða samfelagnum sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi í eini Norðuratlantsamgongu við okkara grannalond. Í Tjóðveldi ætla tey eisini at taka ungdómin í álvara og tí skal flokkurin í orða [...] Í næstum skal Tjóðveldi taka eina greiða støðu til spurningin um at broyta hjúnabandslógina. Tað stendur í eini yvirlýsing, sum flokkurin samtykti á flokstingið í Havn um vikuskiftið. Í yvirlýsingini eru [...] høvuðsmál floksins sett upp, og í hesum sambandi er greitt, at nú skal flokkurin eisini taka greiða støðu til ein av mest umstríddu spurninginum í føroyskum politikki seinastu árini. Í yvirlýsingini staðfestir
niður í fýra stig. Men um vikuskiftið øktist munurin aftur. Undanfrumframførsla Á Nou Camp-leikvøllinum í Barcelona møttust FC Barcelona og Athletic Bilbao til eina undanframførslu til finaluna í sponsku [...] ingini, Copa Del Rey, sum júst hesi bæði liðini spældu seg í farna mikukvøld. Barcelona vann dystin 2-0, men baskiska útiliðið hevði annars tann fyrsta stóra málmøguleikan í dystinum. Sergi Busquets stútaði [...] til Diego Forlán, sum var komin inn í brotsteigin. Framherjin úr Uruguay gjørdi einki mistak, men bankaði bóltin í netmeskarnar hjá Iker Casillas. 12 minuttir inn í seinna hálvleik javnaði hollendski spælarin
væntandi verða miðvallarar. Serliga hevur hesin seinasti nevndi gjørt um seg í Sporting Lissabon og portugisisku landskappingini í júst farna kappingarári, og spennandi verður at fylgja honum. Portugal er eyðkent [...] sinnalag, sum seinast var í miðdeplinum í undankappingardysti móti Serbia. Tá gjørdi hann ikki mætari enn gav einum mótstøðuleikara ein upp á kjaftin. Scolari hevur verið venjari í heili 14 ymiskum feløgum [...] leiddi Brasilia til gull við heimsmeistaraheitið í 2002. Brasilianski venjarin hevur verið heldur varin, tá hann í fjølmiðlunum hevur prátað um endaspælið í summar. Á liðnum eru fleiri verandi og komandi
krónu hægri í 2010, enn í 2009, leggur hann eisini dent á, at tað verður rakt rætt. - Vit sita við eini vekting millum inntøkur og útreiðslur í løtuni. Tað hevur stóran týdning hvørjar kranar í maskinrúminum [...] Kallsberg um, at lønarsteðgur eigur at verða settur í verk, antin av egnum vilja ella við lóg. Útsøgnin hjá formanninum í fíggjarnevnd Løgtingsins fekk ilt í fíggjarmálaráðharran Jóannes Eidesgaard, sum sló [...] Lagt var upp til rok í samgonguni, men nú vil Løgmaður leggja lok á og fáa arbeiðsfrið. - Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fullan uppbakning frá løgmanni. Eg veit at hann er í góðum dialogi við f
fjølbroytta í landinum? At undirvísingin í biologi, fysikk, stjørnufrøði, teldufrøði, kemi og matematikk ikki fæst betri í landinum? At bókasavnið og telduumhvørvið(hóast undirmannað) eru millum tey bestu í landinum [...] at tað er nú, tað telur. Tú sært ein skúla í gear, sum trekkir, hálar og skumpar – sum hann hevur gjørt tað í Hoydølum í 50 ár, og sum hann fer at gera tað í 50 ár aftrat. Ikki tvídráttur, men samanhald [...] vælvirkandi og nøktar júst tann tørvin, sum biðið verður um? At frálæran í føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, russiskum og sponskum er framúrskarandi? At undirvísingin í geografi, søgu, vinn
skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt at útbyggja møguleikarnar [...] politikarar. Hvussu kann ein løgmaður í eini ólavsøkurøðu taka júst hetta málið fram og rósa teimum, sum standa aftanfyri og eggja teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum [...] eingin lurtað - við tí úrsliti, at silvurið, sum vit hava í hondunum, fer millum fingrarnar. NÚ hevur so løgmaður biðið Sámal Petur í Grund fara í Fíggjarnevndina við málinum. Her stendur ein positiv andstøða