- Tú minnist løgini frá 00-unum, og tú hoyrir framvegis fleiri av hennara løgum. Tá hitt'ini hjá henni verða spæld í veitslum, veitst tú, at alt fer at kóka. Við sínum 157 sentimetrum er amerikanska sangkvinnan, Anastacia, ikki millum størstu kvinnur í vavi, men rødd hennara er risastór.
Soleiðis verður tikið til um Anastaciu, sum hevur eina heilt serliga rødd: Eitt sindur hás, eitt sindur snjøll og óvanliga orkumikil. Tú ert ikki í iva, tá tú hoyrir hana syngja, at her er ein serstakliga gávað songkvinna.
- Anastacia brast á altjóða pallin í ár 2000, tá hon legði heimin fyri sínar føtur við risa hittinum “I´m Outta Love”, sum gjørdi hana til eina veruliga superstjørnu. Komandi árini gav hon út hitt eftir hitt, og framførdi millum annað almenna lagið til HM í fótbólti í 2002, “Boom”. Av øðrum risahittum úr skjáttuni kunnu nevnast “Sick And Tired”, “Paid My Dues”, “One Day In Your Life” og “Why Did You Lie To Me”.
Í 2004 gav hon út útgávuna “Anastacia”, og fyrsta staklagið á útgávuni var “Left Outside Alone”, ið fór sum meldur kring allan heim og rakk hægstu tindar á flest øllum hittlistum. Millum annað lá lagið á fremsta plássi í Evropiska Billboard í samfullar 15 vikur.
Anastacia varð fødd í 1968. Pápin var sangari og mamman sjónleikari á Broadway. Hon byrjaði sína yrkisleið sum dansari, og hon var millum annað við í sjónbandaløgum hjá Salt-N-Peppa. Í 1990unum byrjaði hon at gera um seg sum sangari, og gjørdist hon millum annað kórsangari hjá navnframu Paula Abdul.
Fyrstu útgávuna sum sjálvstøðug lat hon frá sær í 2000, og gjørdist hon víðagitin og nógv umbiðin beinanvegin. Samanlagt hevur Anastacia latið frá sær sjey útgávur, umframt hópin av stakløgum.
Anastacia hevur havt avbjóðingar við heilsuni. Tvær ferðir hevur hon havt bróstkrabba, og aðrar sjúkur hava eisini darvað. Hon hevur gjørt nógv vælgerandi arbeiði í altjóða stríðnum móti krabba og hevur fingið fleiri viðurkenningar hesum viðvíkjandi.
Tað eru Eventz.fo sum skipa fyri konsertini. Tað vóru eisini tey, ið skipaðu fyri James Blunt konsertini í fjør, og málið er at bjóða føroyingum konsertir í heimsflokki.
- Fyri okkum er tað ein stórur heiður at fáa eina so stóra og aktuella heimsstjørnu til Føroya. Hon er nógv umbiðin, og ger framvegis tónleik, og hevur millum annað júst havt ein sang við í filminum American Night”.
Tað sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Eventz.fo.
- Nú korona ikki longur avmarkar okkum at savnast, hava fólk hug og tørv á at koma út til tiltøk aftur. Kvøldið verður skipað so, at dyrnar lata upp klokkan 21, og klokkan 22 kemur Anastacia á pallin. Eftir konsertina verður dansur í høllini við barr og góðum tónleiki, leggur hann aftrat.