Hundrað herðaklapp til Hoydalar

Jante er ein býur í Føroyum: ”Du skal ikke tro du er noget, og hvis du tror du er noget, så er det noget du har misforstået”.

Hava túsundtals næmingar, lærarar og starvsfólk, sum hava havt sína dagligu gongd í Hoydølum øll misskilt:

At skúlatænarar og vaskikonur, hóast vánaligar umstøður, hvønn dag gera skúlan til eitt sera gott arbeiðspláss fyri 700 fólk?

At kantinan er nýggj og vælvirkandi og nøktar júst tann tørvin, sum biðið verður um?

At frálæran í føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, russiskum og sponskum er framúrskarandi?

At undirvísingin í geografi, søgu, vinnulívsbúskapi, fiskivinnu og samfelagsfrøði er í topp?

At undirvísingin í fornaldarfrøði, religión, filosofi og psykologi brýtur mørk?

At ítróttarundirvísingin og undirvísingin í tónleiki, filmslist, leiklist og evning er tann mest fjølbroytta í landinum?

At undirvísingin í biologi, fysikk, stjørnufrøði, teldufrøði, kemi og matematikk ikki fæst betri í landinum?

At bókasavnið og telduumhvørvið(hóast undirmannað) eru millum tey bestu í landinum?

At ….

At studentaskúla- og HF-skipanin er eitt sera gott concept?

At Hoydalar er eitt super brand, sum skapar og lyftir ?

 

Vís mær tín gerandisdag, og eg skal siga tær, hvør tú ert

Far og vitja í Hoydølum ein vanligan gerandisdag og gev tær stundir at síggja alla skógina og ikki bara tey brotnu trøini.

So sært tú koncentreraðar lærarar, sum berjast fyri at geva tað besta tey eiga. Tú sært málrættaðar næmingar, sum vita, at tað er nú, tað telur.

Tú sært ein skúla í gear, sum trekkir, hálar og skumpar – sum hann hevur gjørt tað í Hoydølum í 50 ár, og sum hann fer at gera tað í 50 ár aftrat.

 

Ikki tvídráttur, men samanhald

Eyðkenni fyri Hoydalar er samanhald um eina sterka stevnu. Eitt concept og eitt brand, sum er so sterkt, at tað sum onki hevur yvirlivað fordómsfullar ágangir, alt ov smáar játtanir og manglandi útbyggingar.

Tað er far far out at geva lærarum skyldina fyri manglandi játtan gjøgnum nógv ár.

Kann ein grund til manglandi játtan vera, at skúlin er landsstovnur heldur enn kommunalur, sum til dømis Vestmanna Skúli? Hann er 10 ár eldri enn skúlin í Hoydølum og hóast tað umbygdur og nýbygdur, so hann í dag er fyrimynd fyri føroyskt skúlaumhvørvi.

 

Tora tit?

Tit, sum ráða fyri borgum, tora tit at ignorera henda veruleika?

Hví tora tit ikki at lurta eftir arbeiðsfólkunum á hesum væla arbeiðsplássi?

Tað er eitt vágaverk og kanska ein illusión av teimum heilt stóru at flyta alt virksemi í ein depil og í eina heilt nýggja skúlaskipan.

 

Hoydalar hypermodernaður skúli og mentanardepil

Byggið nýtt tónleika- og evningshús.

Byggið nýggjan millumbygning við nýggjum skúlastovum og nýggjari samkomuhøll.

Byggið nýggja ítróttarhøll.

Høvuðsumvælið gomlu bygningarnar (ella byggið nýggjar), so teir lúka øll nútíðar krøv.

Og gevið Hoydølum hundrað herðaklapp fyri enn sum áður at ganga á odda at lyfta inn í framtíðina.

Hava tit skilt boðskapin?

Ella skal eg stava hann fyri tykkum?

H O Y D A L A R