Fyrsta føroyska skaldsøgan, Bábelstornið, sum Regin í Líð skrivaði í 1909, er nú komin út sum e-bók á forlagnum Sprotanum.
E-bøkur floyma inn á marknaðin, tí tøknin ger tær lættar at lesa og handfara á einum I-pad ella øðrum e-bókalesara. Tær hóska til tíðina og eru ógvuliga brúkaravinaligar. Tú kanst skriva viðmerkingar í tær, leggja bókamerki í tær, goyma týðandi leitingar o.a. Tú kanst í royndum gera alt tað, tú vanliga gert við eina vanliga bók, umframt, at hon leitar tær allar upplýsingar fram upp á null komma nix.
Nú hevur SPROTIN slóðað fyri, at vit eisini kunnu keypa føroyskar e-bøkur. Tær lógu snøggar á einum I-pad, tá ið NÁM læt upp í vikuni.
Seks tær fyrstu e-bøkurnar eru gjørdar.
? Tann allarfyrsta var ? reint symbolskt ? Bábilstornið eftir Regin í Líð. Tað varð gjørt fyri at fagna slóðaranum, sum skrivaði okkum fyrstu skaldsøguna í 1909, sigur Jonhard Mikkelsen á Sprotanum.
At fáa Bábilstornið útaftur hesa ferð á nýggjastu tøkni á seinastu I-pad útgávuni í 2011 var ein máti hjá forlagnum at fagna teimum, sum løgdu lunnar undir alt tað bókavirksemi, ið nú er í Føroyum.
Undir liðini á i-Padinum stóð ein innbundin útgáva frá 1909, sum í einum vísti okkum á tøkniligu broytingarnar seinastu øldina. Stavirnir í Bábelstorninum, sum í síni tíð vórðu settir við hond, og sum tungar pressur trýstu inn á pappírið við blýggi, eru nú talgildir. Gráliga, slitna perman er skift út við ein e-bókalesara. Broytingin er næstan ófatilig.
Pappírsbókin verður framvegis á marknaðinum. Teimum, ið dámar at sita við einari góðari bók, tey fara sjálvandi framvegis at gera tað. Men e-bókin hevur nakrar heilt eyðsýndar fyrimunir:
Eru eyguni viknað, so fært tú tær júst tað snið og ta stødd, tær hóvar.
Tú kanst leita eftir ávísum orði, setningi, broti. E-bókin finnur tað í stundini.
Tú kanst skriva tínar viðmerkingar í bókina og finnur tær lættliga aftur, tá ið tú letur bókina uppaftur.
Fert tú at ferðast, fylla bøkurnar einki í viðførinum.
Gloymt, hvørja síðu tú vart komin á? E-bókin hevur bókarmerki, sum lagt verður inní sum á vanligum bókum.
Umframt alt hetta kann e-bókin hava myndir og filmsbrot í sær og leinki til onnur viðkomandi mið.
? Í skúlasamanheingi er e-bókin eitt fantastiskt amboð, og okkara spádómur er, at flestu skúlabøkur verða e-bøkur um heilt stutta tíð. Fólk sleppa undan at dragsa bøkur við sær, sleppa undan at goyma notatir í ringbindum, kopiera tilfar. ALT liggur inni á talgildu bókini, sigur Jonhard Mikkelsen.
Meira kunning um e-bøkur er á sprotin.fo, har tú umframt pappírsbøkur, nú eisini kanst keypa føroyskar e-bøkur.
Trýst á slóðina HER