Løgmaður krevur arbeiðsfrið

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, krevur nú at fíggjarmálaráðharrin fær arbeiðsfrið. – Eg veit hann er í góðum dialogi við fakfeløgini, og hann skal hava frið til hetta, so vit aðrir ikki skaða dialogin, sigur hann

Samfelagsbúskapur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Føroya løgmaður, Kaj Leo Johannesen, krevur nú at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær arbeiðsfrið til at loysa avbjóðingarnar í framtíðar búskaparstøðu Føroya.

Seinastu dagarnar hevur nakað av rumbli verið av útsøgnini hjá Anfinni Kallsberg um, at lønarsteðgur eigur at verða settur í verk, antin av egnum vilja ella við lóg.

Útsøgnin hjá formanninum í fíggjarnevnd Løgtingsins fekk ilt í fíggjarmálaráðharran Jóannes Eidesgaard, sum sló fast at hann ongantíð vil ganga við til at lóggeva lønarsteðg, samstundis sum hann eisini langaði út eftir Anfinni Kallsberg. Lagt var upp til rok í samgonguni, men nú vil Løgmaður leggja lok á og fáa arbeiðsfrið.

- Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fullan uppbakning frá løgmanni. Eg veit at hann er í góðum dialogi við fakfeløgini, og tað er týdningarmikið at hann nú fær frið til hetta, soleiðis at vit aðrir politikarar ikki skaða henda dialog. Vit sita øll í sama báti, og tað er av stórum týdningi at vit rógva somu takt, slær Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fast.


Krevur null vøkstur í útreiðslum

Spurdur, hvat løgmaður heldur um at lóggeva lønarsteðg, til tess at spara pening, vil hann ikki úttala seg um júst tað evnið. Hinvegin slær hann fast, at útreiðsluvøksturin hjá tí almenna fyri 2009 og fyri 2010 skal vera null.

- Hvussu tað so verður gjørt, tað sita vit so og arbeiða við. Men eitt er víst, og tað er, at tað skal vera útreiðsluneutralt. Null útreiðsluvøkstur, sigur Kaj Leo Johannesen.

Í oktober 2009 standa lønirnar at vaksa við trimum prosentum. Hetta merkir eina øking í útreiðlsunum hjá tí almenna til lønir á góðar 60 milliónir krónur, og skal útreiðsluvøksturin samstundis verða null, so merkir tað væl, at tað má sparast aðrastaðni?

- Nei, vit tosa als ikki um at spara. Tað mugu gerast nakrar rationaliseringar aðrastaðni í systeminum. Øll í systeminum skulu tí út at hyggja upp á, hvussu vit kunnu koma til ein útreiðsluvøkstur, sum er null, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður.


Tað má raka rætt

Meðan Kaj Leo Johannesen leggur dent á at almennu útreiðslurnar ikki skulu vera eina krónu hægri í 2010, enn í 2009, leggur hann eisini dent á, at tað verður rakt rætt.

- Vit sita við eini vekting millum inntøkur og útreiðslur í løtuni. Tað hevur stóran týdning hvørjar kranar í maskinrúminum, tú skrúvar upp á, soleiðis at tað rakar rætt. Tí er tað at stórum týdningi at fíggjarmálaráðharrin fær arbeiðsfrið.

Hann heldur tað eisini vera undarligt, tá ávísir politikararnir melda ymiskt út í eyst og vest.

- Allir 33 tingmenn vita, at tað standa stórar avbjóðingar fyri framman. Alheims fíggjarkreppuna kunnu vit einki gera við. Prísirnir á alheimsmarknaðinum gera vit einki við. Útreiðslurnar hjá okkum sjálvum, tað kunnu vit gera nakað við, og tað er 100 prosent sikkurt, at vit loysa tann trupulleikan, sigur Kaj Leo Johannesen.