Nýtt atlas

Í 1993 fingu vit føroyskt heimsatlas, og nú 17 ár eru liðin, ger Føroya Skúlabókagrunnur fyrireikingar til nýtt atlas. Ætlandi er talan um dagføring av tí fyrra, tí so nógv hava hesi 17 árini hóast alt ikki broytt heimin.

Hetta átti at verið góð tíðindi, men so tykist ikki at vera. Nú er komið alment fram, at tað nýggja atlassið verður í somu leistum, sum brúktir vórðu til heimsatlassið, sum í roynd og veru er óskikkað til undirvísing í skúlunum. Tað hevur longu gjørt meira skaða enn gagn. Tann størsta miseran við atlassinum er, at altjóða landa- og staðarnøvn eru broytt til ”føroyska tungu.” Dømi úr rúgvuni: New Zealand til Nýsæland, New Foundland til Nýfundland, men hví New York ikki er broytt til Nýjork og New Delhi ikkki til Nýdeli er ikki lætt at skilja; Stokkhólmur við Stockholm í parentes, um onkur skuldi ivast o.s.fr.
Í skúlunum lærdu vit, at tað stóra havið í Fjarðeystri æt Stillahav. Ikki so løgið, tí á enskum eitur havið Pacific (Ocean), sum merkir stilli, kvirra. Men í Føroyum tykist navnið nú at vera broytt til Kyrrahavið. Tá ið vit siga, at sjógvur kyrrar, hugsa vit vanliga um havið inni við land. Stilli ella kvirra hevu einki við kyrru at gera.
Nógv er skrivað og nógv er tosað um atlassið, eisini á tí politiska pallinum. Í seinastu viku skrivaði Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, eina sera áhugaverda grein í bløðunum júst um hetta álvarsmál.
Tá tað kann lata seg gera hjá einum almennum stovn (við almennum peningi) at órógva so álvarsligt í okkara skúlum, hvat verður so tað næsta, má vera loyvt at spyrja.
Vit kunnu ímynda okkum, at um nøkur ár fara vit at fáa eina glæstribók, útgivin av sama stóvni, um føroysk mentafólk og teirra lív: Vensil Hammarheim, Sveinur Gruntvík, Jákup í Dali, Gudmundur Brúni, Lúi Sakariasson, Niklái Mor, Janus Krisjan Svaba (Konto/Konta – heppið, at fyrra o´ið ikki broyttist til u), Páll F, Martin Jóannesarson, Rikar Langi, Jóan Heinrik Vetur Pálsson, Karl Jóan Janusarson o.fl.
Gamalt er, at navn spillur ongan mann. Men maður kann spilla navn – sum í hesum føri og í atlassinum.
Slíkar fløkjur og broytingar í landa- og staðarnøvnum, sum varð framt við okkara fyrsta heimsatlassi, má haldast at vera heilt burturvið. Vónandi tekur landsstýrið neyðug stig til tess, at serkøn hjálp við heimildum verður útvegað Skúlabókagrunninum í sambandi við útgávu av nýggjum atlassi, so at tað, sum hendi við heimsatlassinum, ikki kemur fyri í tí nýggja atlassinum.
Rolf Guttesen er serkønur í geografi og geologi. Hann átti at verið sjálvskrivaður til hetta arbeiðið.
Tað er ikki meira enn rímiligt, at skúlarnir (næmingarnir) fáa tað nýggja atlassið, framleitt við serkønari leiðslu, ókeypis treytað av, at heimsatlassið samstundis verður inndrigið og makulerað. Tá Perestroika tók seg upp í Russlandi fyri 20 árum síðani, vórðu allar tær ónýtiligu skúlabøkurnar burturbeindar, og aðrar komu í staðin fyri.