Lagið er alt annað enn gott heima í íbúðini hjá Maj-Britt og Inga Dam Jacobsen í Havn. Hann kom leygardagin aftur til Føroya til eitt barnleyst heim.
Eingin Markus.
Foreldrini hava framvegis ikki mist vónina um at fáa aftur Markus, sum myndugleikarnir tóku frá teimum fyri júst eini viku síðan. Men tíðin arbeiðir ikki við teimum.
Fríggjadagin skrivaði fólkatingslimurin Høgni Hoydal til Lars Barfoed, løgmálaráðharra og bað hann fara inn í málið um etiopiska dreingin, sum varð tikin frá ættleiðingarforeldrum sínum í Føroyum.
Í brævinum greiðir hann í stuttum frá málinum og kemur eisini inn á, hvat drongurin hevur upplivið, síðan hann varð ættleiddur.
Millum trý lond
- Tað má í fyrsta umfari vera eitt stórt umskifti fyri eitt hálvtannað ára gamalt barn at flyta úr Etiopia til Føroya. Harnæst hevur hann í hálvan triðja mánað búð í Føroyum og hevur knýtt seg til síni nýggju foreldur, mál og umstøður. Nú er hann so, við stuttari ávaring, tikin frá foreldrum sínum og sendur á barnaheim, í triðja landinum Danmark. Soleiðis er Markus eftir trimum og einum hálvum mánaði fluttur millum trý lond og trý ymisk mál, skrivar Høgni Hoydal í brævinum.
Hann biðjur løgmálaráðharran um at fara inn í málið og tryggja, at øll neyðug atlit eru tikin og at øll málsgongdin hevur verið røtt við atliti til umsiting, menniskaliga kostnaðin og barnsins tarv.
Leygardagin setti Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna ein grein 52a spurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í rættarmálum, um rættartrygdina hjá børnum og foreldrum í sambandi við ættleiðing.
Málið um Markus er høvi hennara at seta henda spurning, sum tó meira er av prinsippiellum slagi, og spurningarnir eru fleiri.
Nóg góðar reglur?
Bjørt Samuelsen vil hava at vita, um reglurnar og mannagongdirnar í sambandi við ættleiðing í Føroyum virka nóg væl, tá ið tað ber til at taka eitt barn aftur frá ættleiðingarforeldrunum.
Hon kemur eisini inn á, um tað í Føroyum ber til at taka eitt ættleidd barn frá foreldrunum, uttan at barnaverndin verður eftirspurd, og um ættleidd børn eru undir somu rættartrygd sum onnur børn.
Bjørt Samuelsen spyr eisini, um føroysk ættleiðingarforeldur sleppa nóg væl at føra fram síni sjónarmið, og um nøkur stig kunnu takast til tess at bøta um skipanina og binda fyri, so mál av hesum slag ikki kunnu henda.
Ættleiðingarfelagið er skelkað av, at tað kann bera til at taka eitt lttleitt barn aftur frá familjuni. Felagið heitir tí á Ríkisumboðið um at koma við greiðum útmeldingum um, nær slíkar avgerðir kunnu henda, og hvørji viðurskifti kunnu føra til hetta.
Heðin D. Poulsen, formaður í Ættleiðingarfelagnum veit um onkur føroysk foreldur, sum nýliga hava ættleidd barn og rista í brókunum fyri, at teirra barn eisini verður tikið aftur.










