við krímsjúku altíð at taka rímilig atlit til onnur. - Eg haldi, at hetta er triðju ferð, eg havi koronu, men hetta er aðru ferð, at sjúkan er staðfest við kanning. Pál Weihe sigur, at fyrstu ferð varð hann [...] Weihe má sigast at hava verið, sigur, at nú hann læt seg kanna heima, vísti tað seg, at hetta er korona. - Eg var saman við beiggja mínum, Klæminti Weihe, áðrenn eg legðist við krímsjúku farna vikuskiftið [...] samvitsku. Hann sigur, at hann ofta plagar at vera plágaður við ovurviðkvæmi um heystarnar, og tí hugsaði hann ikki beinanvegin um koronu. - Tá beiggi mín, sum eisini vísti seg at hava fingið krímsjúku
størri ”apparat”, og tí er tað ikki bara sum at siga tað at fáa ein slíkan fund í lag. - Men eg haldi ikki, at ES tilætlað dregur fundardagin út. Tað er meiri skipanin í felagsskapinum, ið er stór og stirvin [...] verða við fiskivinnukommiserin í ES, er ein avtala, sum er komin í lag, eftir at Jacob Vestergaard fyri eini tíð síðan var á fundi í uttanlandsnevndini at umrøða støðuna í makrelspurninginum. Nú samráðingarnar [...] makrelinum. Ikki tilætlað Tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd, og enn restar fundurin, sum fiskimálaráðharrin skal hava við fiskivinnukommiserin í ES um málið. Sjálvur ásannar Jacob Vestergaard, at ES er
tað. Hon visti heldu ikki, hví hetta mundi vera gjørt, ella um tað mundi hava nakað við dagin í dag 14. september, at gera. Men borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen ivast ikki í, at tað hevur okkurt við [...] HAPPENING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tey, sum í morgun hómaðu Gripsheygg í Havn í mjøkaðunum, varnaðust kanska, at Kongaminnið varð sveipað í plastikk. Tá fleiri fólk, ið standa Tjóðveldisflokkinum [...] sjáldsomu sjón: At ein risastór hít skuldi vera smoygd yvir Kongaminni júst í dag, 14. september, kundu vit kanska hildið, at Tjóðveldisflokkurin ella kanska Unga Tjóðveldið, hevði okkurt við hetta at gera kanska
livur á landi og í feskum vatni og hon hevði ikki yvirlivað eina ferð yvir um hav, tí hon livur ikki í saltvatni. Djóralæknin ivast ikki í, at talan er um eina skjaldbøku, sum antin er sloppin úr einum [...] sá hon, at tað var einki minni enn ein skjaldbøka. Hon fór stórleypandi heim, men tað var var ikki so undarligt, at hetta var ringt at trúgva. Men tey fóru so við henni aftur og rætt var: Í einum hyli [...] Nielsen, djóralækni, sigur, at tað er óhugsandi, at skjaldbøkan kemur av sjónum. Hetta er ein vanlig skjaldbøka av tí slagnum, sum fólk plaga at hava í fiskabúrum heima við hús. Hetta er ein skjaldbøka sum livur
at fáa hendur á. Haldi eisini, at tað eru skeiv tekin at senda út mill-um ungdómin, tá hesi ólógligu prutlini framvegis sleppa at koyra rallykoyring í gøtunum. Hetta eru ungfólk, sum í nógvum førum heldur [...] Hósdagin í seinastu viku skrivaði Dimmalætting um eitt prutlóhapp í Leirvíkstunlinum. Prutlið var ólógligt, tað var tunað, og førar-in hevði ikki føraraprógv. Í greinini stóð eisini, at løgreglan við jøvnum [...] jøvnum millumbilum tekur ólóglig prutl, og at tey nógvu ólógligu prutlini eru ein stórur trupulleiki í ferðsluni í Eysturoynni. Tað er ikki bara í Eysturoynni, tey hava trupulleikar av ólógligum prutlum
Tá skjeyt formaðurin í Javnaðarflokkinum upp, at allir føroyingar fingu lut í partapeninginum í Føroya Banka. Í fyrstu atløgu skuldi hvør føroyingur fáa tillutað 1.000 krónur í partapeningi, men yvir [...] av lømannsrøðuni í 2002, at uppskotið hjá honum var ein roynd at formalisera ognarviðurskiftini í Føroya Banka, áðrenn bankin varð privatiseraður. - Tað fall okkum fyri bróstið, at politikarar vildu selja [...] EINSKILJING Lítið og onki hevur í seinastuni verið at hoyrt til løgmann í sambandi við einskiljingina av Føroya Banka. Fyri fimm árum síðani, ella góð tvey ár áðrenn, at Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður
minutt. Hvat hon kemur av, er ilt at siga. Men tað er okkurt órógv í havinum, sigur Karin Margretha Larsen. Hon veit, at hetta kundi síggjast bæði á Argjum, í Havnini og suðuri í Vági. - Um tað bert var lokalt [...] rapað í Nólsoy, og førdi órógv við sær, sigur hon. - Men man hevur eisini sæð hetta í Noregi leygarkvøldið, og í norskum miðlum var eingin jarðskjálvti umrøddur sum orsøk. Vit síggja heldur ikki nakrar [...] Havstovuni hugdi eisini at fyribrigdinum í gjár. - Ja, maður mín varnaðist fyribrigdi, og so var hann skjótur eftir mær. So eg sá tað eisini sjálv, sigur hon. Sambært henni er ilt at meta um júst hvat fyribrigdi
Felagsnevnari teirra var út frá heitinum á møtinum, at tey høvdu ikki grivið sína talent niður. Tey høvdu tvørturímóti valt at brúka hesa í arbeiðinum at boða gleðiboðskapin út á ymiskan hátt. - Rættiliga [...] Havn: Fyrsta kvøldið í hesum sambandi var sunnukvøldið 12. august, sum varð skipað sum eitt talkshow við verti og gestum. Vertur hetta fyrsta kvøldið var Petur Zachariasen og hevði hann vitjan av trimum [...] sinum tóku lut. Her fingu áhoyrararnir møguleika at seta teimum trimum spurningar út frá dagsins evni, sum var kristindómur og mentan. Á skránni hetta kvøldið var eisini sangur, har Theodor Petersen og
og tí varð ringt eftir sjúkrabilinum. Um hetta mundi vóru somikið nógv fólk í Steinatúni, at portørarnir ikki fingu arbeitt, og tí varð ringt eftir hjálp at geva teimum arbeiðisfrið. [...] Samstundis verður bíðað eftir, at ein álopin skal siga frá, um hann hevur ætlanir um at melda ella ikki. Eisini var tørvur á hjálp frá politinum, tá ein sjúkrabilur varð tilkallaður í Steinatúni. Talan var um
eftir klokkan átta í morgun varð boðað frá, at ein grind lá á Lambavík. Løgreglan sigur, at grindaformenn og sýslumaðurin hava fingið boð og nú eru bátar á veg til grindina. Ætlanin er at halda henni til [...] til, men tað er ikki gjørt av, hvagar hon verður rikin, um tað verður norðureftir á Gøtuvík, ella um tað verður suðureftir og inn á Skálafjørðin. Veðrið er av tí besta at reka grind í morgun, turt og stilt [...] stilt. Annars varð eisini ein grind sædd uttan fyri Rituvík í nátt, men henni fóru teir ikki eftir og kanska er hetta sama grindin, sum nú er á Lambavík