Motorkross-prutlini ? ein býarplága

   

Hósdagin í seinastu viku skrivaði Dimmalætting um eitt prutlóhapp í Leirvíkstunlinum. Prutlið var ólógligt, tað var tunað, og førar-in hevði ikki føraraprógv. Í greinini stóð eisini, at løgreglan við jøvnum millumbilum tekur ólóglig prutl, og at tey nógvu ólógligu prutlini eru ein stórur trupulleiki í ferðsluni í Eysturoynni.
Tað er ikki bara í Eysturoynni, tey hava trupulleikar av ólógligum prutlum. Vit, sum búgva nær einum av høvuðsvegunum í Havn, hava í langa tíð havt so mikið nógvar trupulleikar av ljóðinum frá serliga motorcrossprutlunum, at løgreglan er kunnað um hetta. Eisini eru onnur prutl, sum koyra við ólógligum ljóðdoyvarum og tí hoyrast um alla Havnina.
Ófatiligt, at loyvt er at innflyta hesi motorcrossprutlini, sum eiga at koyra 30 km/t, men sum hvør smádrongur í eini handavending kann fáa at koyra 80-90 km/t. Hesi motorcrossprutlini, sum hava ein serligan høgan, syngjandi tóna, hoyra ikki heima í vanligu ferðsluni, men á einari koyribreyt uttan fyri býin. Lóglig prutl við lógligum ljóðdoyvara eru ikki til ampa, hvørki fyri ferðsluna ella borgaran. Eg haldi ikki, at løgreglan í Havn ger nóg mikið at taka ólógligu motorcross-prutlini, tí tey somu ólógligu prutlini koyra framvegis í havnargøtum til ampa fyri okkum borgarar. Skilji ikki, hví lógligu prutlini eru so torfør at fáa hendur á.
Haldi eisini, at tað eru skeiv tekin at senda út mill-um ungdómin, tá hesi ólógligu prutlini framvegis sleppa at koyra rallykoyring í gøtunum. Hetta eru ungfólk, sum í nógvum førum heldur ikki halda ferðslureglurnar.
Ikki er óvanligt at síggja prutl fara súsandi framvið hjá okkum við 80 km/t, førarin í fallhjálmi og handskum, ein og onkuntíð tvær gentur á baksetrinum við ongum fallhjálmi. Hetta er jú vandamikið fyri okkara ungdóm.
Hvørt ár verða nógv ungfólk sekstan ár og skulu hava prutl. Sjálvandi vilja tey eisini hava prutl, sum koyra skjótt, og tey hava sínar fyrimyndir.
Vit eru nógv, sum síggja fram til 1. juli, tá øll prutl skulu skrásetast og sýnast hjá Bileftirlitinum. Tá vóna vit, at serliga hesi ólógligu motorcross-prutlini hvørva úr býarmyndini. Men allarbest hevði verið, um myndugleikarnir bannaðu innflutningi av motorcross-prutlum, sum eru so løtt at broyta frá at koyra 30 km/t til at koyra 80-90 km/t.