Eidesgaard vildi lata ókeypis partabrøv

Áðrenn Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður og sat í andstøðu, skjeyt hann upp at geva hvørjum føroyingi eitt partabræv á 5000 krónur í Føroya Banka. – Hetta er eitt rímuligt endurgjald til føroyingar fyri bankabjargingina, segði núverandi løgmaður í 2002

EINSKILJING

 

Lítið og onki hevur í seinastuni verið at hoyrt til løgmann í sambandi við einskiljingina av Føroya Banka. Fyri fimm árum síðani, ella góð tvey ár áðrenn, at Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður, hevði hann eina greiða meining um, hvussu einskiljingin skuldi fara fram. Tá skjeyt formaðurin í Javnaðarflokkinum upp, at allir føroyingar fingu lut í partapeninginum í Føroya Banka.

Í fyrstu atløgu skuldi hvør føroyingur fáa tillutað 1.000 krónur í partapeningi, men yvir fimm ár skuldi hvør føroyingur eiga 5.000 krónur í bankanum.

- Hetta svarar til á leið 50 mió. krónur. Allir føroyingar merkir allir føroyingar uttan mun til aldur, men teir skulu hava fastan bústað her. Annað árið verða so næstu túsund krónurnar til hvønn føroying tillutaðar. Hetta verður gjørt í fimm ár, soleiðis at hvør føroyingur tá eigur partabrøv áljóðandi 5.000 krónur. Samlað svarar tað til 250 mió. krónur av partapeninginum í Føroya Banka ella á leið 25 prosent, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum. Hetta stóð at lesa í Sosialinum 8. august 2002, har greinin endurgevur tað sum Jóannes Eidesgaard segði undir viðgerðini av løgmannsrøðuni hjá Anfinni Kallsberg, sum var løgmarður í 2002.

Jóannes Eidesgaard helt tá, at tað at geva føroyingum henda møguleika vildi verið eitt rímuligt endurgjald fyri sjálva bankabjargingina, har vanligi skattgjaldarin sat eftir við rokningini. Hetta hevði somuleiðis verið ein lætti til nógvar familjur, sum mistu undir kreppuni ella sótu trongt í tí. Hann kom eisini við einum hugsaðum dømi:

- Ein familju við trimum børnum hevði fingið tillutað 5 x 5.000 krónur ella tilsamans 25.000 krónur. Eftir eina tíð hevði so sama familja kunnað selt hesi partabørvini við vónandi stórum vinningi ella móttikið vinningsbýti hvørt ár. Hetta hevði so eisini givið bankanum møguleika til eina veruliga fólksliga forankring. Men fyrst og fremst ein viðurkenning av teimum tøkum, sum føroyingar tóku undir kreppuni. Javnaðarflokkurin metir uppskotið rímiligt og eitt veruligt sosialpolitiskt frambrot, segði núverandi løgmaður fyri fimm árum síðani.

Undir viðgerðini kom fram, at bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tóku undir við uppskotinum um endurgjald fyri bankabjargingina.

 

Skattalættin bliknar

Jóannes Eidesgaard førdi víðari fram undir viðgerðini av lømannsrøðuni í 2002, at uppskotið hjá honum var ein roynd at formalisera ognarviðurskiftini í Føroya Banka, áðrenn bankin varð privatiseraður.

- Tað fall okkum fyri bróstið, at politikarar vildu selja bankan, sum landskassin – ella rættari sagt – sum fólkið bjargaði við 2,7 mia. krónum.. Fólkið bjargaði bankanum við 2,7 mia. krónum, sum landskassin rindaði, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum tá var í andstøðu.

Og legði afturt.

- Tað er í øllum førum eitt sosialpolitiskt tiltak, sum vil nakað. Tá blikna allir skattalættar, segði Jóannes Eidesgaard.

Spurdur, um hetta ikki kundi føra til økta nýtslu, so sum Jørn Astrup Hansen, táverandi forstjóri í Føroya Banka, og Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, førdu fram tá, segði Jóannes Eidesgaard, at tað helt hann ikki.

- Tú kans ikki fara inn í ein radiohandil og keypa fyri eitt partabvær. Tað má fyrst umsetast til pening. Eisini forðar skattalógin fyri hesum, tí sambært henni, so verður vinningur av partabrøvum, ið verða seld innan trý ár, skattaður, segði Jóannes Eidesgaard.

Sosialurin royndi fleiri ferðir, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa viðmerkingar frá løgmanni, men hetta eydnaðist ikki.