Grindaboð í Eysturoy í morgun

Bátar eru á veg til hana nú og so er ætlanin at reka hana á land

Beint eftir klokkan átta í morgun varð boðað frá, at ein grind lá á Lambavík. Løgreglan sigur, at grindaformenn og sýslumaðurin hava fingið boð og nú eru bátar á veg til grindina. Ætlanin er at halda henni til, men tað er ikki gjørt av, hvagar hon verður rikin, um tað verður norðureftir á Gøtuvík, ella um tað verður suðureftir og inn á Skálafjørðin. Veðrið er av tí besta at reka grind í morgun, turt og stilt.

 

Annars varð eisini ein grind sædd uttan fyri Rituvík í nátt, men henni fóru teir ikki eftir og kanska er hetta sama grindin, sum nú er á Lambavík