Sjáldsamur fongur
Tað var ikki sørt, at seks ára gamla Sólja Jensen av Tvøroyri gjørdi stór eygu, nú ein dagin hon gekk og spældi í eini á.
Ein góðveðursdag herfyri var hon farin út at spæla úti í Froðba. Leiðin gekk oman oman í mølinum og har ein á rennur á sjógv, fór hon at fanga kombikk.
Og sum hon gekk og skimaðist, var tað eitthvørt undarligt í einum hyli, sum fangaði eyguni.
Tá ið hon kannaði tað nærri, sá hon, at tað var einki minni enn ein skjaldbøka.
Hon fór stórleypandi heim, men tað var var ikki so undarligt, at hetta var ringt at trúgva. Men tey fóru so við henni aftur og rætt var: Í einum hyli heilt niðri við sjóvarmálan lá ein skjaldbøka og hon var livandi.
Skjaldbøkan er nakað størri enn tær flestu, sum fólk hava í fiskabúrum heima við hús, skelin er sum ein nátturðatallerkur til støddar.
Ongin ánar, hvaðani skjaldbøkan kann koma, men tey hava so tikið hana til húsar og hon trívist væl.
Lars Mohr Nielsen, djóralækni, sigur, at tað er óhugsandi, at skjaldbøkan kemur av sjónum.
Hetta er ein vanlig skjaldbøka av tí slagnum, sum fólk plaga at hava í fiskabúrum heima við hús.
Hetta er ein skjaldbøka sum livur á landi og í feskum vatni og hon hevði ikki yvirlivað eina ferð yvir um hav, tí hon livur ikki í saltvatni.
Djóralæknin ivast ikki í, at talan er um eina skjaldbøku, sum antin er sloppin úr einum fiskabúri, ella sum fólk hava blakað út fyri at sleppa av við hana.
? Tær kunnu liva eina tíð úti í natúruni, men hon hevði ikki fingið nóg mikið av føði og hon hevði ikki yvirliva veturin úti í náttúruni í Føroyum, sigur hann.
Annars vita menn at siga frá, at menn hava sæð skjaldbøku á veg úr Føroyum til Ìslands.
Tað heldur djóralæknin er meiri sannlíkt, tí tá er talan um eina havskjaldbøku, sum er skapt at liva í sjónum og klárar seg eisini har kalt er.
Lars Mohr Nielsen sigur, at tað kemur fyri, at fólk seta kettu og hund á gøtuna fyri at sleppa av við tað, men hann hevur ikki hoyrt um at fólk hava sloppið sær av við skjaldbøku á hendan hátt.