Øðrvísi møtir í samkomuni

Leiðslan í samkomuni í Evangeliihúsinum hevur ynskt at broyta møtiformin eitt sindur. Hesi tiltøkini er nú farin av bakkastokki.

Havn: Fyrsta kvøldið í hesum sambandi var sunnukvøldið 12. august, sum varð skipað sum eitt talkshow við verti og gestum.

Vertur hetta fyrsta kvøldið var Petur Zachariasen og hevði hann vitjan av trimum fólkum, sum høvdu ymiskt upp á hjarta.

Hesi trý vóru Jóhannes Ólavsson, Majbrith Jakobsen og Edith Mørkøre.

Felagsnevnari teirra var út frá heitinum á møtinum, at tey høvdu ikki grivið sína talent niður. Tey høvdu tvørturímóti valt at brúka hesa í arbeiðinum at boða gleðiboðskapin út á ymiskan hátt.

- Rættiliga nógv fólk vóru á hesum møtinum. Og vit eru samd um, at tað eydnaðist sera væl, sigur samkomuleiðarin, Dánjal á Dul Jacobsen.

Til eitt slíkt talkshow hoyrir sjálvandi eisini tónleikur, og hesum innslagnum stóðu Majken Háberg Hansen, Eyðun Johannesen og Stella Zachariassen og onnur fyri.


Sangur og kvøldmáltíð

Næstseinasta sunnukvøld var aftur eitt spennandi tiltak á skránni. Tá var hildin ein pallborðsfundur, har mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, Eyðstein Borgardal frá Youth With á Mission og Dánjal á Dul Jacobsen úr Evangeliihúsinum tóku lut.

Her fingu áhoyrararnir møguleika at seta teimum trimum spurningar út frá dagsins evni, sum var kristindómur og mentan.

Á skránni hetta kvøldið var eisini sangur, har Theodor Petersen og Jógvan á Lakjuni sungu tveir sangir saman sum ein endi uppá hetta væleydnaða kvøldið.

Seinasta sunnukvøld var eitt fjølbroytt sangkvøld á skránni, og nú sunnukvøldið verður møti har tosað verður um Kvøldmáltíð Harrans. Eftir hetta møtið verður ein nátturðabiti við føroyskum viðskera.