Balsameraðu Kristian IX í plastikk

Onkur, ið stendur Unga Tjóðveldinum nær, hevur í nátt smoygt eina risastóra hít yvir Kongaminnið á Gripsheyggi í Havn í dag, 14. september

POLITISK HAPPENING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo

Tey, sum í morgun hómaðu Gripsheygg í Havn í mjøkaðunum, varnaðust kanska, at Kongaminnið varð sveipað í plastikk.
Tá fleiri fólk, ið standa Tjóðveldisflokkinum nær, gjørdu okkum varug við hesa sjáldsomu sjón: At ein risastór hít skuldi vera smoygd yvir Kongaminni júst í dag, 14. september, kundu vit kanska hildið, at Tjóðveldisflokkurin  ella kanska Unga Tjóðveldið, hevði okkurt við hetta at gera  kanska til tess at markera eina ávísa vanvirðing fyri Kongaminninum og tí, sum hevur við kongshúsið og ríkissamand okkara við Danmark at gera.
Men soleiðis er tað eftir øllum at døma ikki.
Vit spurdu Barbaru Holm, sum er forkvinna í Unga Tjóðveldinum, um hon verið og smoygt eina hít yvir Kongaminnið í nátt.
 Nei, tað havi eg ikki, segði hon avgjørd.
Men hon visti hvør tað var, hóast hon ikki vildi siga okkum tað. Hon visti heldu ikki, hví hetta mundi vera gjørt, ella um tað mundi hava nakað við dagin í dag  14. september, at gera.
Men borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen ivast ikki í, at tað hevur okkurt við 14. september at gera.
 Hatta taki eg púra avslappað. Hatta er so teirra máti at markera dagin uppá, og eg havi einki ímóti, at tey gera tað, hóast hatta tykir mær heldur platt, sigur Heðin Mortensen.
Fyrr hava fólk gjørt seg inn á Kongaminnið við at mála slagorð hjá Tjóðveldisflokkinum á sjálvt Kongaminni. Slíkt er herverk, og tað dámar borgarstjóranum sjálvandi ikki. Men um tjóðveldisfólk halda tað vera stuttligt at smoyggja eina stóra hít yvir Kongaminni, so tey um tað, heldur hann.
Kongaminnið varð reist í á Gripsheyggi í Havn í 1882 til minnis um fyrstu kongavitjan í Føroyum nakrantíð, tá Kristian IX kongur og Valdemar prinsur vitjaðu her. Teir vóru á veg til 1.000 ára haldið fyri landnámi í Íslandi, tá teir vitjaðu her nakrar dagar stutt fyri ólavsøku í 1874.
Tað var ta ferðini, at Andreas Christan Lützen, borgarstjóri og lærari í Havn small deyður í føvningin á kongi, tá hann helt vælkomurøðu fyri honum á Kongabrúnni í Havn, sum tá eisini fekk navnið Kongabrúgvin.