Heystið er hæddarpunktið hjá teimum, sum eiga og dáma at fáast við seyð og slakt.
Seyður, sum skal til sláturs, skal viðfarast væl, og tað er umráðandi við reinføri, tá flett verður, og slaktið skal takast upp. Hetta er matur, sum fólk skulu eta, og eingin skal gerast sjúkur av matinum.
Lógargrundarlagið á økinum er veikt, og tí kann tað vera trupult hjá teimum, sum keypa vøruna, at gjøgnumskoða, hvat er í lagi, og hvat kanska ikki er í lagi - um so er, at okkurt er gingið galið undir fletting ella handfaring av slaktinum.
Almenni myndugleikin á matvøruøkinum, sum er Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kunnar á hvørjum ári um, hvussu slaktið eigur at verða skipað - hvussu seyðurin, sum skal til sláturs, skal viðfarast og avlívast.
Góðar vegleiðingar eru um, hvussu sjálv flettingin og upptøkan av slaktinum eigur at fara fram. Kjøt og innvølur eru viðbrekin vøra, og tað kann vera skjótt, at bakteriur savnast og nørast, tí her er blóð og væta.
Tí er umráðandi, at seyðurin er væl fyri - at hann er reinur, turrur og ikki strongdur, og at hølini eru rein og køld og egnað til tað arbeiði, sum skal gerast. Tað hevur stóran týdning, at arbeitt verður við reinum hondum, reinum klæðum, amboðum og íløtum, sum verða brúkt til slaktið.
Gólvini skulu vera rein, og tað skitna skal fáast útum so hvørt, sum flett verður.
Soleiðis ljóða góðu ráðini um reinføri hjá teimum, sum standa fyri matvørutrygdini í Føroyum, sum fletting tó ikki beinleiðis er fevnd av. Hetta merkir tó ikki, at reinføri ikki hevur stóran týdning, nú heystfjøllini skjótt verða gingin, og slaktið stendur fyri durum.
Tað eru ikki øll, ið fáast við slakt, sum eiga vælegnað sláturhølir. Soleiðis er tað nú einaferð. Men, allastaðni verður roynt sum best, og soleiðis eigur tað at vera.
Eitt vælegnað sláturrúm er skipað soleiðis, at livandi seyðurin kemur inn í einum enda, og krovið fer síðan út aftur í hinum endanum. Hetta gevur eitt skilagott rensl í arbeiðnum, tí á henda hátt kann sleppast undan krossdálking, sum tað verður rópt.
Undir flettingini skal ansast eftir, at einki verður drigið uttanífrá og inn í flettingarhølini, og vembur skulu ikki tømast og vaskast í sláturhølunum, har flett verður.
Skilagott er eisini at ansa eftir tí, sum fer út um, soleiðis at leivdir av seyði - vembur, skinn, bein og høvd - ikki liggur og rekist og kann bera møguliga smittu til onnur kríatúr ella menniskju.
Alt skal burturbeinast á forsvarligan hátt, og krovið skal heingjast út hjallin so skjótt, sum flett er.
Men, er lýtt og slavið veður, eigur krovið ikki at vera hongt út í hjallin, men heldur lagt í kuldarúm. Í einum vanligum kjallara eru eingi kuldarúm, og tí noyðast tey, sum fáast við seyð, at gera tingini eftir bestu sannføring.