Næstu sløku tríggjar vikurnar er eingin tingfundur.
Tingfundur var í gjár, har millum annað 1. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2026 var á skránni. Tann viðgerðin kann verða drúgv, og tí var lagt fyri soleiðis, at roknast kundi við tingfundi aftur í dag. Men tað var ikki neyðugt, tí stutt fyri midnátt í gjárkvøldið var tingfundurin liðugur.
Næstu tvær vikurnar er eingin tingfundur. Fyrsti tingfundur aftur á skrá er týsdagin 21. oktober klokkan 11. Og tá er skráin hendan:
Dagsskráin, týsdagur, 21. oktober 2025, kl. 11:00
1 1. viðgerð LM-017/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Hækking av barnafrádráttinum – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
2 1. viðgerð LM-018/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
3 1. viðgerð LM-019/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar MVG-reglur fyri brúktar leigubilar- fylgilógaruppskot til FLU 2026)
4 1. viðgerð LM-020/2025 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Hækkaður lestrarstuðul - fylgilógaruppskot til FLU 2026)
5 1. viðgerð LM-021/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Almannalógin) (Hækking av hægst møguliga endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku)
6 1. viðgerð LM-022/2025 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar (Ásetan av pensjón eftir forvunnari inntøku undanfarnar mánaðir, innvinnan av pensjónsrætti, tillaging av rætti til pensjón í sambandi við deyða o.a.)
7 1. viðgerð LM-023/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum)
8 Framløga