Karin Margretha Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni hugdi eisini at fyribrigdinum í gjár.
- Ja, maður mín varnaðist fyribrigdi, og so var hann skjótur eftir mær. So eg sá tað eisini sjálv, sigur hon.
Sambært henni er ilt at meta um júst hvat fyribrigdi kemst av.
- Tað skifti millum flóð og fjøru áleið annan hvønn minutt. Hvat hon kemur av, er ilt at siga. Men tað er okkurt órógv í havinum, sigur Karin Margretha Larsen.
Hon veit, at hetta kundi síggjast bæði á Argjum, í Havnini og suðuri í Vági.
- Um tað bert var lokalt, kundi tað havt verið okkurt grót, sum var rapað í Nólsoy, og førdi órógv við sær, sigur hon.
- Men man hevur eisini sæð hetta í Noregi leygarkvøldið, og í norskum miðlum var eingin jarðskjálvti umrøddur sum orsøk. Vit síggja heldur ikki nakrar rystimátingar, so talan er helst um eitt slag av eini lítlari Tsunami, ið byrjaði í Noregi leygardagin, og síðani rakti Føroyar sunnumorgunin, sigur Karin Margretha Larsen.
Flóðaldan hevur somikið lítil úti til havs, at ein neyvan hevði varnast hana fyrr enn hon rakar við land, og ger flóð og fjøru á henda hátt. Hon sigur seg minnast líknandi flóðaldur hava verið sæddar í Føroyum áður.
- Hetta hevur man sæð nakað líknandi av fyrr. Meini tað var við Hvannasund fyri nøkrum árum síðani, og tá var hetta enntá ógvusligari, sigur Karin Margretha Larsen.
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fhugo.joensen.1%2Fvideos%2F1358906210914537%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>